RØRSLUFAGNAÐUR

 

At røra seg er gott.
At gera tað saman við øðrum er enn betri
Og at gera tað á ein stuttligan, meiningsfullan og litríkan hátt, er ein sonn frøi

 

Kom akkurát, sum tú ert - og bjóða onkrum við tær!



Rutan er frá Vaglinum til tyrlupallin og aftur.  Tilsamans 5 km. Tað ber til at venda á rutuni, tá ið tað passar tær. Bara við at luttaka, hevur tú klárað tað.


Aftaná bjóða vit vatn, frukt, nøtir, grønmeti, kaffi, te og eina rúgvu av góðum og stuttligum virksemi.


Kom við til eina innihaldsríka og virkna løtu saman við eini rúgvu av øðrum fólki!


Les meira