Ver fyrireikað/ur

Tá tú leggur av at roykja, er umráðandi at hava eina ætlan fyri, hvussu tú kanst beina tankarnar burtur, tá trongdin at roykja kemur á teg.

Teir fyrstu 2-3 dagarnar eftir roykisteðgin, kemur trongdin fleiri ferðir um dagin. Síðani minkar hon, og eftir umleið 3 mánaðum er hon næstan horvin. Hvørja ferð tú vinnur á hesi trongdini, nærkast tú málinum at gerast roykfrí/ur.

Ger ein lista við øllum fyrimununum av at leggja av.

Ger eisini ein lista við aktivitetum, sum tú kanst tríva í, tá trongdin kemur. Hav hesar listarnar uppi á tær, t.d. á fartelefonini.

Góð ráð, tá trongdin kemur

  • Tak omanfyrinevndu listarnar fram
  • Spáka rundan um húsini ella far ein langan gongutúr, kanska ein frískligan túr í hagan
  • Koyr 2-3 piparmyntdropar á tunguna ella súgv saltað lakrissbomm. Appelsin og mentol rigga eisini væl ímóti roykitrongd
  • Drekk eitt stórt glas av vatni, kanska við nøkrum sitróndropum í
  • Busta tenn ella legg ein svávulpinn millum tenninar at jagla
  • Hav gularøtur ella annað grønmeti klárt í køliskápinum, sum tú kanst jagla
  • Far útum ella lat eitt vindeyga upp og anda djúpt, inntil trongdin er horvin. Anda inn gjøgnum nøsina og út gjøgnum munnin
  • Hygg í spegilin og hugsa um, at tú nú ikki eldist líka so skjótt, sum tá tú roykti
  • Far í brúsu ella í bað
  • Halt ondini eina løtu, blunda og hugsa um okkurt stuttligt ella gott, t.d. alt tað góða sum hendir í kroppinum, tá tú gevst við at roykja.
  • Melda teg til ókeypis SMS átakið “Kom og legg av” við at senda “gevst” í einum SMS boði til 1919.

Ver klár/ur tá trongdin kemur á teg

  • Fortel familju og vinum, at tú ert givin við at roykja
  • Ver virkin. Tað er umráðandi, at hendurnar eru aktivar og at gera okkurt fyri at halda tonkunum um sigarettirnar burturi. Finn eitt nýtt ítriv ella vend aftur til okkurt gamalt ítriv
  • Royn altíð at hava okkurt at lesa, lurta eftir ella tyggja uppá. Ver kreativ/ur
  • Best er at halda seg burtur frá mati og drykkjum, sum økja um roykitrongdina. Salat og fiskur elva til minni roykitrongd enn kjøt og annað, sum tyngir magan
  • Ver varin við kaffi. Kroppurin tolir minni kaffi, tá tú gevst við at roykja. Árinini av at drekka ov nógv kaffi minna nógv um abstinensir av at leggja av at roykja.
  • Legg spardu roykipengarnar til síðis og forkela teg sjálva/n.

Nikotin

Sigarettroykur inniheldur meira enn 4.000 ymisk kemisk evni, men nikotin er tað týdningarmesta.

Nikotin er eitt sera vanaelvandi, litleyst, flótandi evni, sum kemur frá tubbaksplantuni.

Nikotin ávirkar bæði kropp og heila negativt, og sigarettroyking elvir til nógvar sjúkur.

Ein sigarett inniheldur 1-2 mg av nikotini. Hetta evnið hevur eina stimbrandi ávirkan á roykjaran við at økja um útlátið av adrenalini í kroppinum. Hetta stimbrar kroppin og setur ferð á blóðtrýstið, andadráttin og pulsin.

Nikotin skapar ein streym av dopamin í heilanum, og roykjarin fær eina kenslu av vælveru, ið kann sammetast við kensluna av at taka rúsevnir so sum kokain og amfetamin. Hendan kenslan styrkir um vanaelvandi eginleikan hjá nikotini.

Reglulig nýtsla av nikotini fær heilan at venja seg við nikotinið og skapar harvið eina toleransu, sum hevur við sær, at alsamt størri mongdir mugu til fyri at røkka somu stimbran. Tá kroppurin ikki fær ta neyðugu mongdina av nikotini, upplivir roykjarin abstinenssymptomir.

Nøkur av hesum symptomunum eru lágur pulsur, trupulleikar við at hugsavna seg, órógv, høvuðpína, øktur matarlystur, tunglyndi, umframt at man kann taka uppá í vekt og hava lættari við at øsa seg. Hóast tílík symptomir minka við tíðini, eru tað ofta tey, sum ger tað trupult at leggja av.

Tíbetur eru nógv hjálp at fáa, um tú ynskri at leggja av. Set teg í samband við kommunulæknan ella apotekið fyri at hoyra meira.

Tey fyrstu abstinenssymptomini

Heilsan batnar ikki beinanvegin. Nógv uppliva fleiri løgin symptomir so skjótt, sum tey leggja av at roykja.

Summir roykjarar brúka hesi symptomini sum eitt argument fyri at byrja aftur at roykja. “Tá eg gavst at roykja, versnaði mín morgunhosti so nógv, at eg byrjaði aftur. Og tá hvarv hostin beinan vegin.”

Hetta hoyra vit ofta, tí natúrliga hostirefleksið, sum verður hildið niðri, tá tú roykir, vaknar aftur, tá tú gevst at roykja. Tí er heilt vanligt at fara at hosta eitt sindur beint eftir roykisteðgin.

Hesin hostin hvørvur tó eftir nøkrum fáum vikum. Heldur hostin fram í meira enn 3 mánaðir, er best at tosa við læknan.

Hostin og onnur tekin um fyribils verri heilsu eru eftirárin av øllum kemisku evnunum, sum í fleiri ár eru farin illa við kroppinum.

Hvat hendir við kroppinum, tá tú gevst at roykja?

2 minuttir eftir seinastu sigarettina

Dálkar tú ikki longur luftina rundan um teg

20 minuttir eftir seinastu sigarettina

Fellur pulsurin niður á eitt normalt støði
Kemur hitin í hondum og fótum upp á eitt normalt støði

Eftir 8 tímum

Er mongdin av kolsýru í blóðinum komin niður á eitt normalt støði
Er súrevnismongdin í blóðinum komin upp á eitt normalt støði

Eftir 24 tímum

Er vandin fyri blóðtøppum í hjartanum minkaður

Eftir 48 tímum

Laga nervakyknurnar seg til manglandi innspræningina av nikotini
Batnar lukti- og smakksansurin

Eftir 72 tímum

Økist lungnakapasiteturin

Eftir 2-12 vikum

Batnar blóðrenslið til likamslutir og vevnað
Gerst tað lættari at ganga, um tú hevði trupulleikar við tí, meðan tú roykti
Batnar iltingin av lungunum við upp til 30%
Minkar vandin fyri blóðtøppi í hjartanum enn meira
Kennir tú minni strongd á tær og hevur meira avlopsorku

Eftir 1 til 9 mánaðir

Eru hosti, tiptar hjáholur og andaneyð minkað
Byrja nýggj randhár at vaksa í andaleiðini, lunguni duga betur at reinsa seg sjálvi og vandin fyri ígerðarsjúku í andaleiðini minkar
Økist avlopsorkan í kroppinum

Eftir 1 ári

Er vandin fyri at doyggja av blóðtøppi í hjartanum minkaður niður í helvt, samanborið við um tú ikki gavst at roykja

Eftir 5 árum

Er vandin fyri at doyggja av blóðtøppi í hjartanum næstan líka lítil, sum hjá einum, ið ikki roykir
Er vandin fyri at doyggja av lungnakrabba minkaður niður í helvt, samanborið við um tú ikki gavst at roykja

Eftir 10 árum

Er vandin fyri at doyggja av lungnakrabba minkaður enn meira og er næstan á sama støði, sum hjá fólki, ið ongantíð hevur roykt
Eru tær kyknurnar, sum vóru farnar at menna seg til krabbakyknur, skiftar út við frískar kyknur
Er vandin fyri at fáa onnur sløg av krabba – í munninum, barkanum, vælindinum, bløðruni, nýrunum og brisinum – minkaður

Longri livitíð

Roykjarar, sum steðga áðrenn tey fylla 30, leingja í meðal lívið við 10 árum. Men sjálvt roykjarar, sum ikki steðga fyrr enn eftir 60 ára aldurin, leingja lívið við 2-3 árum í meðal

Skaðiligar ávirkanir av royking

Royking er høvuðsorsøkin til heilsubrek og deyða kring heimin. Kanningar vísa, at næstan fimtahvørt deyðsfall er beinleiðis knýtt at royking. Roykjarar doyggja í miðal 8-10 ár fyrr enn tey, sum ongantíð hava roykt.

Hvussu vandamikið er tað at roykja?

Tubbaksroykur er samansettur av fleiri túsund kemiskum evnum, harav tey flestu eru sera skaðilig fyri menniskjakroppin.

Samanborið við ikki-roykjarar, er vandin fyri roykjarar:

  • Dupult so stórur fyri at fáa deyðiligar hjartasjúkur
  • 10 ferðir størri at fáa lungnakrabba
  • Fleiri ferðir størri fyri at fáa krabba í munnholuni, svølgrúminum, vælindinum, nýrum, bløðru og lívmóðurhálsi
  • 2-3 ferðir størri fyri at fáa heilabløðing (apopleksi) og magasár (sum ikki lekist líka væl sum hjá ikki-roykjarum)
  • 2-4 ferðir størri fyri at fáa mjadnabrot, handliðsbrot og geislabrot
  • 2 ferðir størri fyri at fáa grástar
  • Størri fyri kynsligum máttloysi (impotens)
  • Størri fyri blóðkrabba, prostatakrabba, bróstkrabba og beinbroyskni

Aðrar heilsuligar fylgjur av royking

  • Niðursettur lukti- og smakksansur
  • Fleiri rukkur á ungum árum
  • Øktur vandi fyri nýraskaða hjá diabetikarum

Børn hjá roykjaraforeldrum:

  • Hava lægri burðartyngd
  • Eru í størri vanda fyri menningartarni
  • Hava oftari ígerðarsjúku í andaleiðini
  • Hava lægri lungafunktión
  • Fáa oftari millumoyrnabruna
  • Eru í størri vanda fyri sjálvi at blíva roykjarar

Passiv royking økir um vandan fyri:

  • Lívmóðurhálskrabba
  • Hjartasjúkum

Hvussu leggi eg av?

Motivatiónin hevur alt at siga. Hesir 3 spurningarnir kunnu hjálpa tær at meta um tína motivatión:

  • Nyttar tað?
  • Fari eg at klára tað? 
  • Loysir tað seg?

Eitt avgjørt ja til allar spurningarnar er altavgerandi fyri, at tú klárar at broyta tínar vanar. Svarar tú ikki beinanvegin ja til allar spurningarnar, er løtan kanska ikki tann rætta. Einki er verri fyri motivatiónina enn ein hálvhjartað roynd, sum endar galið.

Í slíkum førum kann tað vera gott at tosa við læknan. Tað hjálpir eisini væl at fáa yvirlit yvir tína royking: Hvar, hvussu ofta og undir hvørjum umstøðum roykir tú? Hevur tú roynt at leggja av fyrr? Hvussu var tað? Hvat hjálpti tær, og hví byrjaði tú aftur?

Síðani gert tú eina strategi. Dagfest roykisteðgin, helst ikki longri enn tvær vikur fram. Minka stigvíst um roykingina hesar dagarnar og arbeið miðvíst við at broyta roykivanarnar. Bið familju, vinir og starvsfelagar stuðla tær. Við at lata fólkini rundan um teg vita, at tú hevur sett tær hetta sum mál, styrkist tín egna ábyrgdarkensla, tí tá svíkur tú ikki bara teg sjálva/n, um tú ikki heldur tíni lyfti.

Tá tú gevst, gevst ordiliga. Øll, sum hava roynt at lagt av fyrr, vita, at “bara líka eina…” næstan altíð endar við, at alt tað harða arbeiði við at leggja av er farið fyri skeytið. Hendan “eina” sprænir nikotin innaftur í tín nú nikotinfría kropp, og so fer gamla myllan í gongd aftur.

Roykir hjúnarfelagin ella sambúgvin eisini, er tað eitt gott hugskot, at tit leggja av samstundis. So kunnu tit motivera hvønn annan.

Fyrireika teg, so tú ikki dettur út í aftur:

  • Royn og slepp tær undan umstøðum, har tú veitst, at tú verður freistað/ur. T.d er alkohol serliga vandamikið í hesum høpi, tí tað er lætt at missa tamarhaldið á disciplin av at drekka
  • Finn upp á alternativar vanar, sum geva líknandi vælverukenslu sum royking. Hetta er kanska troyttandi fyri summi at hoyra upp í saman, men kropslig venjing er altíð eitt gott hugskot. Gert tú tað til ein vana at røra teg nógv, sært tú skjótt at hetta gevur eina munandi størri vælverukenslu enn nøkur sigarett nakrantíð kundi gjørt
  • Um tú følir møði, um tú øsir teg lættliga, hevur ringt við at hugsavna teg, minst til at hetta eru heilt vanlig abstinenssymptomir
  • Góðtak at tú kanska fert at taka eitt sindur uppá. Tað gera 4 út av 5, sum leggja av at roykja. Men megnar tú at skifta gamla roykivanan út við tann góða vanan at røra teg meira, sleppur tú skjótt av aftur við kiloini
  • Fá læknan at hjálpa og stuðla tær í hesum tíðarskeiðinum

Er hjálp at fáa hjá lækna/apoteki?

Kanningar hava víst, at nikotinheilivágur kann gera tað dupult so lætt at leggja av. Hendan loysnin vísir seg at vera serliga effektivt fyri tey, sum roykja meira enn 10-15 sigarettir um dagin.

Nógv ymisk sløg av nikotinheilivági fáast í hondkeypi á apotekinum, t.d. plástur, tyggigummi, súgvitablettir, innandingartól og næsaspray. Plástur, sum veita ein javnan og áhaldandi streym av nikotin, eru best egnað. Tyggigummi, súgvitablettir og innandingartól verða serliga nýtt til at tálma akutta roykitrongd.

Eisini eru tvey onnur sløg av heilivági, sum bara fáast á resept. Bæði minka um hugin til at roykja, og kanningar hava víst, at tey rigga heilt væl. Hesi kunnu nýtast saman við plástrum, tyggigummi, o.s.fr., men sum oftast er hetta ikki neyðugt.

Hvar kann eg fáa hjálp til at leggja av?

Fólkaheilsuráðið bjóðar roykjarum ein øðrvísi hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta fer fram soleiðis fram, at tú meldar teg til eina ókeypis SMS skipan 5 dagar áðrenn roykisteðgin og fært stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum. Melda teg til við at senda eitt SMS við tekstinum „gevst" til 1919, og tú fært SMS boð sendandi teir næstu tveir mánaðirnar. SMS boðini eru ókeypis.

Eysturoyar Apotek bjóðar roykisteðgskeið.

Fitni eg av at leggja av?

Tey flestu taka eitt sindur uppá, tá tey leggja av at roykja. Ymiskt er, hvussu nógva vekt fólk taka uppá, tá tey leggja av, men í meðal økist vektin við 2,5 kg. Hjá nógvum føra eyka kiloini persónin upp á teirra “normalu” vekt, tvs. vektina, sum viðkomandi átti at havt sum ikki-roykjari, tí roykingin heldur vektini niðri upp á ein kunstigan máta.

Her skal havast í huga, at um ein roynir at nýta royking til at klænka seg við, er hetta uttan iva heimsins vandamiklasti máti. Fyri at koma upp á sama heilsuvanda, sum framhaldandi royking inniber, skalt tú taka minst 40-50 kilo uppá.

Í sambandi við roykisteðg taka kvinnur sum heild meira uppá enn menn, og eldri fólk meira enn tey yngru. Við tíðini kemur vektin tó aftur í fasta legu, men tað er umráðandi, at tú rørir teg og etur sunnan mat.

Royking hevur eina negativa ávirkan á, hvussu feittið spjaðir seg í kroppinum. Roykjandi kvinnur fáa t.d. meira feitt um miðjuna enn tær, sum ikki roykja. Hendan feittspjaðingin økir um vandan fyri at fáa hjartaæðrasjúkur.

Góð ráð fyri ikki at fitna

  • Ansa væl eftir, hvat tú etur, bæði áðrenn, undir og eftir roykisteðgin, og hugsa serliga um, hví tú etur
  • Reglulig kropsvenjing er ein av bestu mátunum at leiða tankarnar burtur frá sigarettunum. Royn og rør teg meira, enn tú plagar, minst 30 minuttir um dagin ella ein tíma annan hvønn dag. Best er at venja nóg hart, so at tú sveittar og verður pøst/ur
  • Súkkla til arbeiðis, brúka trappur heldur enn lyftur, far av bussinum eitt steðgistað, áðrenn tú plagar og gakk restina av teininum. Far ein gongutúr aftan á nátturða ella melda teg til eina venjingarmiðstøð. Alt hetta hjálpir tær, bæði kropsliga og sálarliga, at vinna á tubbakstrongdini
  • Men fyri at halda vektini niðri, er eisini neyðugt at halda eitt vakið eyga við kaloriunum. Et 3-5 máltíðir rímiliga fastar tíðir á degnum og loyp ikki morgunmatin um. Tú sparir nógvar pengar við at halda uppat við at roykja, so forkela teg sjálva/n við góðum (men sunnum) mati. Sum ikki-roykjari styrkist smakksansurin munandi, so et spakuliga og njót hvønn einasta bita
  • Tá roykitrongdin kemur, er umráðandi at finna okkurt annað at gera. Tann akutta roykitrongdin varar vanliga bara nakrar fáar minuttir. Ein lítil gongutúrur í frískari luft kann hjálpa væl. Tørvar tær at koyra okkurt í munnin, er best við frukt ella grønmeti, sukurfríum bommum, eini breyðflís við sunnum viðskera ella vanligum tyggigummi
  • Drekk nógv vatn. Ansa væl eftir kaffi og alkoholi. Ávirkanin av at drekka ov nógv kaffi kann lættliga kennast sum abstinensir av at gevast við at roykja ella hjáárin av nikotinheilivági
  • Í staðin fyri at eta góðgæti, halt teg til okkurt sunnari. Tó er tað ikki heimsins endi, um tú onkuntíð etur okkurt ósunt, tí sum sagt omanfyri – ikki fyrr enn tú tekur 40-50 kilo uppá, byrjar tú at nærkast sama heilsuvanda, sum framhaldandi royking hevur við sær.

Kelda: https://www.sundhed.dk/borger/patienthaandbogen/sundhedsoplysning/rygning/rygestop/rygestopprogram-10-dages/

Leysliga týtt prosa.fo juni 2020