Rúsdrekka er ongantíð vandaleyst

Danska Heilsustýrið hevur broytt tilmælið um rúsdrekka, tí rúsdrekka sambært International Agency for Cancer Research er at rokna sum krabbaelvandi, uttan nakað niðara kent mark fyri, har rúsdrekka ikki elvir krabba. Hin vegin tykist alkohol upp til 20 gram um dagin (svarandi til 2 alkoeindir) at verja móti hjarta-æðrasjúkum hjá miðaldrandi og eldri fólki. 


Nýggju tilmælini ljóða soleiðis:
• Rúsdrekka er ongantíð vandaleyst
• Drekk ikki fyri heilsuna
• Tað er lítil vandi fyri at gerast sjúkur av rúsdrekka, um kvinnur drekka minni enn 7 alkoeindir og menn mini enn 14 um vikuna.

• Tað er stórur vandi fyri at gerast sjúkur av rúsdrekka, um kvinnur drekka meira enn 14 alkoeindir og menn meira enn 21 um vikuna.
• Drekk ongantíð meira enn fimm alkoeindir í senn.
• Kvinnur við barn eiga ikki at drekka alkohol
• Kvinnur, ið royna at gerðast við barn, eiga heldur ikki at smakka sær á – hetta av fyrivarnisávum.
• Gomul fólk eiga at vera serliga varin við rúsdrekka.

Fólkaheilsuráðið hevur á fundi tann 22. september viðgjørt hesi nýggju tilmæli og tekur undir við teimum, men heldur, at boðskapurin er vorðin eitt sindur ov torskildur og tí hevur Fólkaheilsuráðið hesi ráð til fólk:
• Fyri heilsuna – drekk sum minst

Fólkaheilsuráðið hevur eisini seinastu tíðina merkt sær alment orðaskifti um, hvussu Rúsdrekkasøla Landsins skal skipast. Fráboðað var lógarbroyting til tess at gera Rúsdrekkasøluna til alment partafelag. Sambært skjalinum um eykajáttan til Rúsdrekkasølu Landsins verður sagt, at avlopskravið til Rúsdrekkasøluna er hækkað so nógv, at “Rúsdrekkasølan fer at kanna møguleikarnar fyri at opna ein úrvalshandil í SMS, kanna møguleikarnar fyri at opna handil í Sundalagnum, selja lutir, sum hava tilknýti til vørurnar, sum Rúsdrekkasølan selur, útseta neyðugt viðlíkahald umframt kanna samstarvsfyrimunir við P/F Posta”. Grundað á hesar fráboðanir frá Vinnumálaráðnum fer Fólkheilsuráðið at koma við hesum almennu viðmerkingum:

1. Í løgtingslóg nr. 20 frá 10.03.1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka sigur fyrsta grein: “Endamálið við hesi lóg miðar ímóti at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið, og til tess at røkka hesum endamáli at áseta reglur í sambandi við rúsdrekka í Føroyum.” Rúsdrekkasøla Landsins er sett á stovn sambært somu lóg og skal eftir fatan ráðsins viðvirka til at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan á fólk og samfelag.

2. Nú tá danska Heilsustýrið hevur hert síni tilmæli um alkoholnýtslu, og Fólkaheilsuráðið fer eitt vet longur og mælir fólki til at drekka sum minst, er serliga umráðandi, at rúsdrekkatálmandi virksemið verður styrkt.

3. Fólkaheilsuráðið heldur, at Vinnumálaráðið er á skeivari leið, tá hugsa verður um at gera Rúsdrekkasølu Landsins til alment partafelag, tí eitt partafelag hevur vanliga til uppgávu at økja sum mest um inntøkurnar. Rúsdrekkasølan hevur, eftir fatan Fólkaheilsuráðsins, ikki til uppgávu at økja um inntøkurnar av rúsdrekkasølu. Harumframt heldur Fólkaheilsuráðið ikki, at Rúsdrekkasølan skal kenna seg noydda at opna handil í SMS og samstarva við Posta fyri at økja um inntøkurnar. Fólkaheilsuráðið mælir til at sleppa Rúsdrekkasøluna undan kravinum um avlop, og í staðin brúka avgjøldini sum inntøkuveg til landskassan.

4. Fólkaheilsuráðið vil mæla til, at rætturin hjá bryggjaríum at selja øl beinleiðis til almenningin verður avtikin. Hetta er ein uppgáva fyri Rúsdrekkasølu Landsins.

5. Fólkaheilsuráðið heldur, at endmálsorðingin í rúsdrekkalógini eigur at hava við sær, at umsitingin av lógini verður løgd undir Heilsumálaráðið og ikki sum nú umsitin av Vinnumálaráðnum. Ein samrakstur við Apotekaraverkið eigur at verða umhugsaður, tí báðir stovnar innflyta og útflýggja evni, sum skulu inntakast við skili, um skaði ikki skal standast av.


Vegna Fólkaheilsuráðið

Pál Weihe, formaður