Sjóvar Kommuna gongur undan

Tað er hugaligt at síggja tiltøkini, sum Sjóvar Kommuna skipar fyri í sambandi við Útivikuna. Kommunan gongur undan sum eitt gott fyridømi fyri okkum onnur við nógvum tiltøkum.

Í dag kl. 18 verður farið at grilla við Lítlafløtt, har hvør tekur sín mat við at leggja á grillina. Síðan verður skipað fyri spølum á vøllinum.

Í morgin verður krabbaveiða á Kumlum og sunnudagin verður gingið til Selatraðar.

Leinkja til Sjóvar Kommunu: http://www.sjovarkommuna.fo/sjonew/index.php?option=com_content&view=article&id=1514:utivikan-2013&catid=18:tndi&Itemid=13