Starvsfólk til Fólkaheilsuráðið í sambandi við kostárið 2011



Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur lýst 2011 at vera kostár, og tað verður m.a. Fólkaheilsuráðið, sum stendur fyri at skipa fyri átøkunum.

Í hesum sambandi søkja vit eftir tveimum fólkum við serligum kunnleika til matfrøði og fólkaheilsu at starvast hálva tíð hvørt í eitt ár.

Tað verður uppgávan hjá hesum fólkum at finna uppá og fremja ymisk átøk, sum hava til endamáls at gera matvanarnar í Føroyum so heilsugóðar sum til ber.

Umsøkjarar skulu hava serligan kunnleika til heilsugóðan kost umframt skapandi evni og góð samskiftis- og samstarvsevni.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðð og avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Pál Weihe á fartelefon +298 216696 ella pal@health.fo


Umsókn við prógvum og ævilýsing (curriculum vitae) skal sendast til niðanfyristandandi adressu.

Umsóknarfreistin er 15.11.2010.

Fólkaheilsuráðið
Eirargarður 2, 2.
FO-100 Tórshavn
teldupostur: fhr@folkaheilsa.fo
heimasíða: www.folkaheilsa.fo