Starvslesandi í Fólkaheilsuráðnum

 

Lesandi kunnu søkja um at koma í starvsvenjing, um tey t.d. hava áhuga í at arbeiða innan ávíst fokussøki hjá Fólkaheilsuráðnum í sambandi við lestraruppgávu.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar kunnu vera sera ymiskar, alt eftir hvat tørvurin er í tíðarskeiðinum, sum starvsvenjingin er. Tann starvslesandi verður partur av dagligu arbeiðsgongdini í FHR og fær við hesum innlit í tey ymisku fokusøkini og arbeiðið sum heild. Umframt tey fimm fokuøkinum hjá FHR er eisini møguligt at arbeið við miðling, sniðgeving og kt-video. Tað verður miðað eftir, at tann starvslesandi kann vera við í arbeiðinum at loysa størri og minni uppgávur hjá ráðnum.

Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum máli.

Hesi kunnu søkja
Tann starvslesandi eigur at vera lesandi við hægri háskúla, og er tað ein fyrimunur at hava lokið grundútbúgving á bachelor-stigi. Starvslesturin kann, um tín útbúgvingarstovnur góðtekur tað, eisini gerast partur av útbúgving tíni.

Størvini eru eru skipað eftir teim reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi á staðnum, m.a. trúnaðarreglum, samsýning o.t.

Umsókn
Tann lesandi fyllir út hjálagda umsóknarblað - sí niðanfyri - og sendir tað til Fólkaheilsuráðið fhr@folkaheilsa.fo, sum viðgerð umsóknina og leggur fyri ráðini.

Umsóknarfreistir eru 15. oktober fyri fyrra hálvár og 15. apríl fyri seinna hálvár. Starvstíðin kann lagast eftir tørvinum hjá tí lesandi.

Aðrar upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Fólkaheilsuráðið.

Fólkaheilsuráðið viðger umsóknirnar, so skjótt umsóknarfreistin er farin, og fáa umsøkjarar svar so skjótt avgerð er tikin.


Umsóknarblað niðanfyri:

umsólknablað_starvslesandi1.pdf   Fyll út umsóknarblað og send til FHR