Sunn sinn

Fólkaheilsuráðið fer komandi tíðina at seta fokus á sálarliga heilsu - á Sunn sinn.

Tað er eins týdningarmikið at hava eina sunna sálarheilsu, eitt sunt sinn, sum tað er at hava eina sunna fysiska heilsu.

Gjøgnum tíðirnar hevur sálarlig heilsa og tað at tosa um okkara psykiska lív, í mangan mun verið tagt burtur. Tøgnmentanin hevur gjørt tað trupult hjá fólki at søkja sær hjálp - og hevur stigmatiserað tað at hava sálarligan trega at vera ónormalt. Alt meðan kanningar vísa, at seinasta árið hevur fimti hvør okkara kent sálarligan trega av onkrum slag.

Hesa tøgnmentanina ætlar Fólkaheilsuráðið at bróta, júst við at seta fokus á sinnið og sálarheilsu.

Fyrsta átakið verður, at kend fólk fara at lata upp og tosa um sálarliga heilsu, og hvat tey gera fyri at halda sinnið sunt.

Formaður í Fólkaheilsuráðnum,

Magni Mohr