Tak væl ímóti faldari

Tryggja góða móttøku
At feløg og venjarar hugsa um sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá sínum limum, hevur stóran týdning. Ikki minst tá talan er um at taka væl ímóti og varðveita nýggjar limir. Hesin faldarin kann vera við til at skapa betri trivnað í felagsskapum, og snýr seg um at taka væl ímóti nýggjum limum í ymiskum felagsskapum. Faldarin kann brúkast fyri fólk í øllum aldri og faldarin vendir sær til limir, venjarar, undirvísarar, hjálparfólk, íðkarar og leiðarar í felagsskapum – t.e. øll tey, sum møta nýggjum limum ella luttakarum í felagsskapum.

Vit ynskja øll at hava kensluna: Her havi eg hug at koma aftur”, tá ið vit eru byrjaði í einum nýggjum felagsskapi. Tíverri er tað ikki altíð so, men í nýggja faldaranum, sum FUR og ÍSF hava gjørt í samstarvi við ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, fáast einfaldar loysnir og uppskot um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í sínum felagi ella felagsskapi.

Dømi frá felagsskapum
Í faldaranum, sum ber heitið “TAK VÆL ÍMÓTI” eru 4 dømi frá felagsskapum innan sjálvboðið frítíðarvirksemi í Føroyum. Harafturat eru punkt undir hvørjum dømi við gerðum og loysnum. Eisini eru spurningar, sum mælt verður til, at felagsskapir taka upp og arbeiða við í felag, fyri at tryggja ta góðu móttøkuna.

Smáar gerðir gera stóran mun
Vit skulu leggja okkum í geyma, at ofta eru tað tær smáu einføldu gerðirnar, sum kunnu gera stóran mun. Faldarin kann skapa enn betur grundarlag fyri, at feløgini draga til sín og fasthalda nýggjar limir, leiðarar og aðra sjálvbodna hjálp, sum feløgini hava tørv á fyri, at kunna trívast og mennast.

Vit vóna, at hesin faldarin verður viðvirkandi til at økja um tilvitanina úti í felagsskapunum og geva ítøkiligar loysnir til ta góðu móttøkuna.

Tú kanst heinta faldarin her: https://isf.fo/wp-content/uploads/2019/05/2019-05-22-FUR-ISF-A5-Faldari-pdf-.pdf

Faldarin fæst eisini við at venda sær til Ítróttarsamband Føroya ella Føroya Ungdómsráð.