Teknikapping: Altjóða tubbaksfríur dagur 31. mai 2011

Altjóða tubbaksfríi dagurin, 31. mai verður í ár um evnið: Samstarv í øllum heiminum um at fólk ikki skulu roykja.

Í sambandi við dagin skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung í hesum aldursbólkum:

a. Børn yngri enn 7 ár
b. 7-10 ár
c. 11-14 ár

Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki, og fær hvør vinnari 500 kr. í virðisløn.

• Støddin á tekningunum skal vera 10x10 cm – ikki størri, ikki minni.
• Skrivið navn, føðingardag og telefonnummar við blýanti aftanfyri á tekningini.
• Boðskapurin í tekningini skal vera at eggja roykjarum til at halda upp at roykja ella at halda ungum frá at byrja:
• Hvussu kann allur heimurin arbeiða saman um at gerast roykfríur.
• Hvussu kunnu børn og ung siga “nei” til sigarettir.
• Passiv royking rakar tey, ið ikki roykja.
• Tað er “kul” ikki at roykja.
• Royking er heilsuskaðilig.
• At keypa sigarettir er at spilla burtur pengar.
• Børnini kunnu frítt velja, hvussu tekningin skal síggja út.

Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. mai 2011 kl. 12. Besta myndin í hvørjum bólki verður prentað í bløðunum fyrst í juni mánaði.

John Johannessen, landsstýrismaður handar virðislønirnar á Torginum í SMS leygardagin 28. mai kl. 13.

Tekningarnar skulu sendast til:
Fólkaheilsuráðið
JC Svabosgøta 43
100 Tórshavn