Teknikapping

Altjóða tubbaksfríi dagurin, 31. mai verður í ár um evnið: Roykfríar gentur og kvinnur. 


Í sambandi við dagin skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung í hesum aldursbólkum:

a. Børn yngri enn 7 ár
b. 7-10 ár
c. 11-14 ár

Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki, og fær hvør vinnari 500 kr. í virðisløn.

• Støddin á tekningunum skal vera 10x10 cm – ikki størri ella minni.
• Boðskapurin í tekningini skal vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja:

 Hvussu kunnu gentur siga “nei” til sigarettir.

 Hvussu kunnu dreingir siga “nei” til sigarettir.

 Passiv royking rakar tey, ið ikki roykja.

 Tað er “kul” ikki at roykja.

 Royking er heilsuskaðilig.

 At keypa sigarettir er at spilla burtur pengar.


Børnini kunnu frítt velja, hvussu tekningin skal síggja út.

Skrivið navn, føðingardag og telefonnummar við blýanti aftanfyri á tekningini.

Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í seinasta lagi mikdagin 26. mai kl. 12. Besta myndin í hvørjum bólki verður prentað í bløðunum fyrst í juni mánaði.

Virðislønirnar verða handaðar í Fólkaheilsuráðnum mánadagin 31. mai kl. 16.

Tekningarnar skulu sendast til:

Fólkaheilsuráðið
Eirargarður 2, 2. hædd
100 Tórshavn