Tey 10 kostráðini

Et frukt og nógv grønmeti Et meira af fiski Vel fullkorn Vel soltið kjøt og soltnan viðskera Vel soltna mjólk og soltnan mjólkaúrdrátt Et minni av mettaðum feitti Et mat við minni av salti Et minni av sukri Drekk vatn Image Map Et fjølbroytt, ikki ov nógv og rør teg

Et nógv grønmeti, fullkorn og fisk og drekk vatn afturvið. Tey flestu fólk hava hoyrt um kostráðini, men hvussu ger man so í gerandisdegnum?


Hesi ráðini eru góð at hava í huga, tá tú hugsar um heilsugóðan mat:

·         Et fjølbroytt, soleiðis at tú etur ymiskt gjøgnum dagin og gjøgnum vikuna

·         2-3 fruktir um dagin

·         300 gramm av grønmeti, serliga tað grova slagið sum eitt nú gularøtur, røtur, kál, ertrar, brokkoli, leyk.

·         Fisk til døgurða tvær ferðir um vikuna

·         Fisk sum viðskera hvønn dag

·         Et fullkorn – 75 gramm um dagin sum kann vera 1 flís av fullkornsbreyði og 2 dl av havragrýni

·         Et lamba-, svína- og oksakjøt til døgurða hægst 2-3 ferðir um vikuna – og vel tá soltið kjøt

·         Vel heldur fisk, høsnarunga, frukt og grønmeti sum viðskera enn kjøt

·         Drekk ½ litur av solti- ella lættimjólk um dagin ella et soltið jogurt

·         Avmarka smør og margarin og vel heldur rapsolju at steikja í

·         Et minni salt – set ikki saltbússuna á borðið og keyp ikki ov nógv av lidnum matvørum

·         Et frukt, mandlur og sjokolátu heldur enn kakur og søtmeti  – keyp ikki kakur og góðgæti at eiga inni 

·         Drekk vatn og mjólk í gerandisdegnum heldur enn saft, sodavatn og djús

·         Drekk 1½ litur av vatn um dagin - bæði afturvið matinum, tá tú ert tyst/ur, og tá tú íðkar ítrótt.


Danskur filmur um kostráðini

Filmur um kostráð plakatirnar




NNR2012.pdf   Nordic Nutritional Recommendations 2012

10kostraad_2014.pdf   Tey 10 kostráðini