17. januar 2013

1130 hava melda seg til roykiátakið hjá Fólkaheilsuráðnum

1130 er nú tilmeldað nýggja roykiátkið hjá Fólkaheilsuráðnum. Umleið 12% hava meldað frá aftur.

1130 HAVA MELDA SEG TIL ROYKIÁTAKIÐ HJÁ FÓLKAHEILSURÁÐNUM.

1130 er nú tilmeldað nýggja roykiátkið hjá Fólkaheilsuráðnum. Umleið 12% hava meldað frá aftur.

Vit rokna við at eini 600 fara at koma á mál við sínum ætlanum hesa ferð. Sostatt skuldi átakið fingið tølini fyri roykjarar at farið niður við einum tveimum prosentum.


Tað var undan jólum, at Fólkaheilsuráðið fór undir átakið at bjóða roykjarum at melda seg til henda nýggja háttin at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hátturin er, at X-roykjarin fær stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina. X-roykjarin fær eini sms boð dagliga við einum stuttum hjálpandi boðskapi, sum stuðlar honum í at halda fast við sína avgerð. Hetta røkkur yvir tríggjar mánaðir, har boðini koma hvønn dag fyrstu fýra vikurnar og einaferð um vikuna restina av tíðini. Góðar royndir hava verið við hesum háttinum í útlandinum.

Sum sagt, fleiri enn 1100 hava nú meldað seg til skipanina, sum er púra ókeypis. Fólkaheilsuráðið er sera væl nøgt við, at so mong hava tikið undir við hesum átakinum, og vísir á, at enn ber til at vera við.

Fólk kunnu framvegis melda seg til hetta komandi hálva árið. Tú kanst byrja nær tað skal vera.

Melda til við at senda eitt sms við tekstinum “gevst” til 1919
www.folkaheilsa.fo