24. mai 2013

900 tekningar, tað er met

Aftur í ár skipar Fólkaheilsuráðið fyri teknikapping í sambandi við altjóða tubbaksfría dagin.

 Met sett í teknikappingini hjá Fólkaheilsuráðnum, 900 tekningar frá børnum í aldrinum upp til 14 ár eru innkomnar.

Aftur í ár skipar Fólkaheilsuráðið fyri teknikapping í sambandi við altjóða tubbaksfría dagin. Í ár er met sett fyri mongdini av tekningum. Vit eru komin heilt uppá 900 tekningar, sum børn í aldrinum frá 0 til 14 ár hava sent inn. Tað eru tríggir bólkar: børn undir 7 ár, 7-10 ár og 11-14 ár. Gávukekkar verða givnir vinnarunum  í morgin í SMS; tað er landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum fer at handa teir. Tað verða tveir gávukekkar í elsta aldursbólkinum, tað kemst av, at 2000 árgangurin er eitt serligt mál hjá Fólkaheilsuráðnum. Ætlandi skal hesin árgangur vera heilt roykfríur.  Hesi eru 13 ár nú og eru longu í vandabólkinum at gerast roykjarar. Tubbaksnýtslan í Føroyum er støðugt fallandi, tað vísa bæði sølutølin og eisini sæst hetta í seinastu uppgerðini fyri innflutningi av tubbaki, hetta verður fegnast um í Fólkaheilsuráðnum.