11. oktober 2013

Eysturskúlin er Ársins roykfríi skúli!

8. a í Eysturskálanum hevur vunnið skúla sínum heiðurin at vera Ársins roykfríi skúli 2013.

8. a í Eysturskálanum hevur vunnið skúla sínum heiðurin at vera Ársins roykfríi skúli 2013.

Talið av luttakandi flokkum var tvífalt so stórt sum í fjør, við 55 skúlaflokkum kring alt landið, sum vóru við í kappingini. Flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 10. september til 10. Oktober. Hetta megnaðu 49 flokkar, og í lutakasti, sum Pál Weihe frá Fólkaheilsuráðnum skipaði fyri, gjørdist 8. a úr Eysturskúlanum hepni vinnarin.

Stóri vinningurin er eitt ógloymandi leygarkvøld fyri 8. a úr Eysturskúlanum við mati, bowling, tónleiki og vatnbóltum. Hartil far skúlin eina heiðurspláta við heitinum: “Ársins roykfríi skúli 2013.” Hesa plátu kann skúlin velja at heingja upp, so at hon er sjónlig fyri næmingum, lærarum og vitjandi.

Kappingin um Ársins roykfría skúla 2013 er av, og vit vóna at kunna tørna út aftur við Ársins roykfríi skúla 2014. Vit takka øllum flokkum fyri luttøkuna og ynskja 8. a úr Eysturskúlanum hjartaliga til lukku við vinninginum.

 

Tøl og fakta frá 2013: 

Luttakandi børn frá 5. til 9. flokk: 1039

Luttakandi flokkar: 55

Luttakandi flokkar, sum kvalifiseraðu seg til lutakast: 49

Vinnandi flokkur: 8. a í Eysturskúlanum.

Eysturskúlin er tískil Ársins Roykfríi Skúli.

 

Tøl og fakta frá 2012:

32 flokkar luttóku

Vinnari var 6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt

Luttakandi børn í 2012: 520