03. september 2014

Føroyingar roykja minni og røra seg meira

Talið á føroyingum, ið roykja dagliga er fallið seks prosent seinasta árið. Somuleiðis er talið á teimum, ið røra seg vaksið. Tað vísir nýggj Gallupkanning hjá Fólkaheilsuráðnum.

Talið á føroyingum, ið roykja dagliga er fallið seks prosent seinasta árið. Somuleiðis er talið á teimum, ið røra seg vaksið. Tað vísir nýggj Gallupkanning hjá Fólkaheilsuráðnum.

Eitt rák, sum formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Pál Weihe, fegnast um.

“Nú gongur rætta vegin, og tað eru vit sjálvandi glað fyri. Vit eru í eini tíð, har fólk eru sera tilvitað um heilsuna, og tað rákið síggja vit aftur í tølunum í nýggju kanningini, “ sigur Pál Weihe.

“Ikki bara er talið av roykjarum fallið, men at fleiri eru farin at røra seg regluliga er nakað, sum ikki bara tann einstaki fær gleði av, men eisini samfelagið sum heild, tí reglulig rørsla kann virka sjúkufyribyrgjandi. Reglulig rørsla hevur jaliga ávirkan á hjarta, blóðrensl og vøddar, og somuleiðis kunnu fólk, ið vanliga ikki røra seg betra um heilsuna við at byrja at røra seg.”

Sambært nýggju Gallupkanningini er talið av fólkum, ið roykja dagliga fallið frá 28% í fjør til 22%.

Somuleiðis vísir kanningin, at meira enn triði hvør føroyingur rørir seg fýra ferðir um vikuna ella meira. Nevniliga 36%, og tað ein øking samanborið við í fjør. Umframt hesa jaligu gongdina, eru tað fleiri, ið røra seg 1-3 ferðir um vikuna, so tilsamans røra tríggir út av fýra føroyingum seg regluliga.

 

Um tit vilja hava fleiri viðmerkingar, kunnu tit venda tykkum til Pál Weihe, formann í Fólkaheilsuráðnum, tlf.  21 66 96 ella Ólav Jøkladal, átaksleiðara, tlf. 51 51 55.

---

Gallupkanningin er gjørd av Gallup Føroyum í tíðarskeiðnum 11. – 21. august 2014. 539 tilvildarliga útvaldir respondentar hava svarað kanningini.