08. juli 2009

Fólkaheilsuráðið takkar

Nógv vóru fólkini, ið nýttu Útivikuna at ganga til arbeiðis ella til at røra seg meira enn vanligt. Og vit vóru ovfarin av undirtøkuni, Útivikan fekk millum fyritøkur, kommunur og í miðlunum. Tað gleðast vit um.

Fólkaheilsuráðið takkar øllum - fólkum, fyritøkum og miðlum – sum tóku lut í Útivikuni.


Málini við Útivikuni vóru nøkur:
1. At røkka øllum, ikki minst teimum, ið vanliga ikki røra seg.
2. At fáa so nógvar fyritøkur, stovnar og kommunur sum gjørligt við í tiltakið.
3. At fáa fokus á bilnýtsluna í mun til rørslu.

Nógv vóru fólkini, ið nýttu Útivikuna at ganga til arbeiðis ella til at røra seg meira enn vanligt. Og vit vóru ovfarin av undirtøkuni, Útivikan fekk millum fyritøkur, kommunur og í miðlunum. Tað gleðast vit um.

Onkrar kritiskar røddir vóru eisini, ið fýltust á, at ov nógv verður prátað um tað, at røra seg, og at tiltøkini venda sær serliga til fólk, ið longu íðka onkran ítrótt. Henda kritikk takka vit eisini fyri og taka hann við í eftirmetingina.
Fólkaheilsuráðið hevði ætlað at skipa fyri einari matpakkakonsert, meðan Útivikan var. Einari ókeypis konsert, har fólk skuldu ganga eitt petti fyri at koma fram og hava matpakka við. Veðrið var tó ikki til vildar, og tískil varð henda konsert av ongum. Ætlanin er, at konsertin verður seinni í summar.