29. september 2016

Fólkaheilsuráðstevnan 2016

Mánadagur 17. oktober kl. 9:00-12:00 Fólkaheilsuráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið fara við ráðstevnuni at varpa ljós á týdningin, sum fólkaheilsa hevur fyri bæði tann einstaka og fyri samfelagið sum heild og á tiltøk, sum eru við til at fremja fólkaheilsu

Mánadagur 17. oktober kl. 9:00-12:00

Fólkaheilsuráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið fara við ráðstevnuni at varpa ljós á týdningin, sum fólkaheilsa hevur fyri bæði tann einstaka og fyri samfelagið sum heild og á tiltøk, sum eru við til at fremja fólkaheilsu. Av tí, at fólkaheilsa er fyri øll, fevir um øll og viðvíkur øllum, er týdningarmikið, at atlit til fólkaheilsu seyra ígjøgnum í øllum lutum í samfelagnum. Á ráðstevnuni verða fleiri áhugaverdir fyrilestrahaldarar t.d. Bente Klarlund Pedersen, professari. Harumframt verður á fyrsta sinni latin ein Fólkaheilsuvirðisløn. Tiltakið er ókeypis.

Fullteknað - Lukkað fyri tilmeldingum 

 

Fólkaheilsuvirðisløn,  sum landsstýriskvinnan fer at handa á ráðstevnuni.

Endamálið við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt eitthvørt tiltak, sum er við til at fremja fólkaheilsuna. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu tiltøkini, sum verða gjørd kring landið, og sum eru við til at betra um fólkaheilsuna. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar o.s.fr. Øll kunnu tilevna, hvør skal hava ársins Fólkaheilsuvirðisløn. Ein dómsnevnd tekur støðu til, hvør fær heiðurin av at fáa ársins Fólkaheilsuvirðisløn. Hvør fær ársins Fólkaheilsuvirðisløn verður avdúkað á Fólkaheilsuráðstevnuni 17. oktober 2016

 

Fyrilestrahaldarar

 

Bente Klarlund Pedersen er professari í Integrative Medicine og er heimskendur serfrøðingur í ígerðarsjúkum og internari medisin. Hon er leiðari á Centre for Physical Activity Research og Centre of Inflammation and Metabolism, Rigshospitalet, Københavns Universitet. Bente hevur eisini havt fleiri leiðandi leiklutir á altjóða stovnum innan fólkaheilsu og gransking í fysiologi og medisini seinastu 20 árini. Hon hevur skrivað fleiri enn 600 vísindaligar greinir og er ein av mest virknu og endurgivnu granskarum innan økið í heiminum. M.a. kann nevnast, at hon er á topp-10 listanum yvir mest endurgivnu granskarar í Evropa í fysiologi og medisini. Eitt av høvuðsgranskingar áhugamálunum hjá Bente Klarlund er kropslig venjing sum fyribyrging og viðgerð av lívsstílssjúkum, og hon hevur eisini skrivað fleiri bøkur um hesi evni, m.a. kendu bøkurnar “Motion på Recept,” “Recept på Motion” og “Sandheden om Sundhed.”

 

Magni Mohr er PhD. í Human Fysiologi. Magni granskar, hvussu kropslig venjing ávirkar ymiskar fysiologiskar skipanir, sum hava týdning fyri heilsu og kropslig avrik. Hann er lektari á Fróðskaparsetri Føroya og leiðari á Deplinum fyri Heilsugransking, umframt  gestagranskari á Gøteborgs Universiteti. Magni hevur fyrr arbeitt í fleiri ár á Københavns Universitet og University of Exeter. Hann er eisini formaður í Fólkaheilsuráðnum. Granskingaráhugamálini hjá Magna eru vøddafysiologi, vøddamøði, kropslig venjing og testing í úrvælsítróttum, kropslig venjing og heilsufremjan og kropslig venjing sum fyribyrgingar- og viðgerðarháttur av lívsstílssjúkum. Magni hevur skrivað fleiri enn 90 vísindaligar greinir um hesi evni, umframt fýra bøkur. 

 

Marin Strøm er PhD. í fólkaheilsufrøði. Marin granskar m.a. í kostvanum hjá barnakonum, umframt hvørji árin lívsstílurin hjá mammum hevur á børnini. Marin arbeiðir sum lektari í Fólkaheilsufrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur fyrr starvast í fleiri ár á Statens Serum Institut. Hennara granskingaráhugamál eru epidemiologi, kohortukanningar og fólkaheilsufrøði sum heild. Marin hevur skrivað fleiri enn 30 greinir í vísindalig tíðarrit um hesi evni.

 

Line Nielsen er PhD. í fólkaheilsuvísundum. Line Nielsen granskar í fremjan av sálarligari heilsu á Statens Institut for Folkesundhed á Syddansk Universitet. Ph.d. ritgerðin hjá Line snúði seg um sosialan ójavnað í sálarligari heilsu millum skúlabørn og fremjan av sálarligari heilsu í skúlunum. Line arbeiðir nú við mennning, íverksetan og eftirmeting av ABC fyri Sálarligari Heilsu, sum er danska tillagingin av australska Act-Belong-Commit átakinum. Áhugamálini hjá Line eru sálarlig heilsa, sálarlig heilsufremjan og uppíleggingargransking (interventionsforskning).

 

melda til ráðstevnuna, tað er ókeypis

 

Ráðstevna í Norðurlandahúsinum

Mánadagin 17. Oktober, 2016, kl. 09.00-12.00

Fólkaheilsa fyri øll!

Fólkaheilsuráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið.

 

09.00-09.15:                Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

09.15-09.20:                Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

09.20-10.05:                Bente Klarlund Pedersen, professari á Center for Inflammation of Metabolisme og yvirlækni á Rigshospitalet, DK.

’Exercise is Medicine  - træning som sygdomsbehandling’

10.05-10.35:                Magni Mohr, PhD og lektari á Fróðskaparsetrið Føroya

’Sport is Medicine - møguleikar í ymiskum ítróttargreinum’

10.35-10.50:                Kaffi

10.50-11.20:                Marin Strøm, PhD og lektari á Fróðskaparsetrið Føroya

’Tíni børn og tínir kostvanar’

11.20-11.50:                Line Nielsen, PhD og granskari í sálarligari heilsufremjan á Statens Institut for Folkesundhed, Syddansk Universitet, DK.

                                    ’ABC for mental sundhed – fra retorik til handling’?

11.50-12.00:                Sirið Stenberg, landstýriskvinna í heilsumálum endar ráðstevnuna og handar ársins fólkaheilsuvirðisløn.