14. mai 2020

Gang og renn

Okkara ABC samstarvsfelagi, Frælsi, skipar við stuðli frá vinnufyritøkum í Vágum, Sørvágs- og Vága kommunu og ABC fyri sálarheilsu, fyri Gang og Renn fyri heilsuna í Vágum.

Frælsi skipar, við stuðli frá vinnufyritøkum í Vágum, Sørvágs- og Vága kommunu og ABC fyri sálarheilsu, fyri Gang og Renn fyri heilsuna í Vágum.

Luttakararnir í tiltakinum møta leygarmorgnar kl. 10:00 hjá kommunu ella fyritøku og fara ein túr til gongu og/ella renna ein hálvan tíma, 15 min út og 15 min aftur. 
 
Tiltakið er hugsað sum eitt rørslutiltak, ein møguleiki at koma út á ymisk støð, ganga og renna saman og samstundis hitta fólk til eina hugnaliga løtu.
 
Fyrsta og seinasta leygardagin eru tað kommunurnar, sum eru vertir, og tær bjóða morgunmat aftaná túrin. Hinar dagarnar eru tað fyritøkur runt um í oynni, ið eru vertir.
 
Tiltakið er skipað soleiðis, at komið verður runt alla oynna. Hvør leygardagur er ein lutaseðil. Fleiri leygardagar ein luttekur til Gang og Renn, fleiri lutaseðlar hevur ein við í lutakastinum, sum verður leygardagin 10. oktober, ið eisini er seinasta Gang og Renn tiltakið á hesum sinni.
 
Byrjað verður hjá Sørvágs kommunu leygardagin 16. mai kl. 10:00 á Stakka.