05. februar 2013

Hvussu grønt er grasið?

Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at kanna, hvussu nøgd vit eru við lívið í Føroyum. Vit hava varhugan av, at vit hava tað gott. Vit kenna okkum trygg, tá vit eru úti.

Hvussu grønt er grasið?

Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at kanna, hvussu nøgd vit eru við lívið í Føroyum. Vit hava varhugan av, at vit hava tað gott. Vit kenna okkum trygg, tá vit eru úti. Vit hava reinasta vatnið beint úr krananum. Nógv av okkum búgva í stórum húsum. Vit eru rættuliga líka, tá tað kemur til ríkidømi, og so framvegis.

Kortini er myndin ein onnur, tá vit eru í almenna rúminum. Tá vit kjakast við vinir og kenningar. Og tá vit hoyra og lesa fleiri av miðlunum. Vit grenja.

Ein Gallup-kanning fer í gongd seinni í hesi vikuni, har vit fara at spyrja alskyns spurningar. Til dømis, um tú hevur nakran at hjálpa tær, tá tú kemur í trupulleikar. Ella um tú kennir teg tryggan á gøtuni. Vónandi fara tit at taka væl ímóti spurnarkanningini, og taka tykkum stundir at svara spurningunum.

Brot úr tíðindasending hjá Kringvarpinum, 2. februar 2012