09. mai 2017

Lívið í Føroyum er framúr

Kanning hjá FólkaheilsuráðnumNýggj kanning frá Fólkaheilsuráðnum staðfestir enn einaferð, at Føroyar eru eitt framúr land at búgva í, og at lívsnøgsemi føroyinga er væl hægri enn í grannalondum okkara, sum annars eru heimsins eydnusamastu lond.

Nýggj kanning frá Fólkaheilsuráðnum staðfestir enn einaferð, at Føroyar eru eitt framúr land at búgva í, og at lívsnøgsemi føroyinga er væl hægri enn í grannalondum okkara, sum annars eru heimsins eydnusamastu lond. Kanningin er gjørd eftir leisti hjá OECD kallað Better Life, sum samanber ríkastu londini í heiminum.

- Føroyar hava fyrr klárað seg væl í hesi kanning, sum fyrstu ferð varð gjørd í 2013. Vit vildu dagføra kanningina, og kunnu aftur hesaferð vísa á, at Føroyar standa seg sera væl. Tað vísir seg nevniliga í hesi kanningini, at føroyingar eru eydnusamasta fólk í heiminum, slær Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, fast.

11 parametrar eru samanbornir í kanningini, harav 10 vóru gjørligir at máta fyri Føroyar. Í talvuni niðanfyri ber til at samanbera Føroyar við OECD londini, og her sæst, at vit eru fremsta land í hópinum.

-Henda kanning er við til at geva okkum í Fólkaheilsuráðnum eina heildarmynd av nøgdseminum í føroyska samfelagnum, sigur Magni Mohr. -Tað er áhugavert at staðfesta, at vit hava eitt fólk, sum gleðiliga luttekur í øllum samfelagsviðurskiftum. At vit eru framúr væl nøgd við lívið og hugsa jaligt um framtíðina. Og at vit sjálvi meta, at vit samanumtikið hava eina góða heilsu.

Á niðanfyri standandi mynd sæst ein samanbering við kanningina frá 2013, og eisini ein samanbering við okkara plasering í OECD høpi. Her kann staðfestast, at Føroyar er farið fram eftir stiganum í nøkrum parametrum, so sum Inntøku og Sosialum netverki. At vit eru aftarlaga innan útbúgving og lutfalsliga eru farin aftur innan heilsu, sigur okkum, at vit innan ávís øki kunnu gerast betur.

-Miðaltøl fyri eitt land siga okkum einans part av søguni, heldur Magni Mohr. - Tað eru bólkar í samfelagnum, sum hava trupulleikar, men tað er hugaligt at vit við flestu miðaltølum eru eitt framúr land at búgva í.

Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum er gjørd eftir altjóða leisti, har samsvarandi hagtøl eru funnin fyri Føroyar, og Gallup Føroyar hevur við spurnarkanning fingið onnur hagtøl til vega.

Framløga av kanningini er hjálagt hesum brævi sum PDF fíla.

Hava tit spurningar, eru tit vælkomin til at seta tykkum í samband við Magna Mohr, telefon: 292270