02. januar 2019

Melda til átakið um menn og heilsu í Sjóvinnuhúsinum

Skipað verður fyri átaki í Sjóvinnuhúsinum 11. januar, har evnið er: Hvussu hevur tú tað, maður? Kanningar vísa, at menn generelt eru verri fyri heilsuliga enn kvinnur, og tí vil Fólkaheilsuráðið saman við Heilsumálaráðnum varpa ljós á menn og heilsu.

Tilmelding

Hvussu hevur tú hevur tú tað maður?
Skipað verður fyri átaki í Sjóvinnuhúsinum 11. januar, har evnið er: Hvussu hevur tú tað, maður?

Kanningar vísa, at menn generelt eru verri fyri heilsuliga enn kvinnur, og tí vil Fólkaheilsuráðið saman við Heilsumálaráðnum varpa ljós á menn og heilsu. Hetta er eisini sum liður í javnstøðupolitikkinum hjá tí almenna, har málið er at fáa meira javnstøðu á heilsuøkinum. 

Hvussu hevur tú tað maður? 
Fólkaheilsuráðstevna 2019 
11. januar 2019 
Kl. 13.00 til 17.00 
Sjóvinnuhúsið Vestara Bryggja 15 100 Tórsahavn. 

Ókeypis atgongd til tiltakið.