12. mai 2014

Millennium-børnini á Tórsvølli

750 ung fólk í aldrinum 13-14 ár vóru fríggjadagin 9. maj til ein felags ítróttardag í Havn. Tað var Fólkaheilsuráðið, ið skipaði fyri hesum tiltaki í sambandi við málið at halda árgang 2000 roykfrían.

MILLENNIUM-BØRNINI Á TÓRSVØLLI
750 ung fólk í aldrinum 13-14 ár vóru fríggjadagin 9. maj til ein felags ítróttardag í Havn. Tað var Fólkaheilsuráðið, ið skipaði fyri hesum tiltaki í sambandi við málið at halda árgang 2000 roykfrían.

Líka síðan 2008, sum var Altjóða tubbaksár, hava átøk ímóti royking verið høgt raðfest í Fólkaheilsuráðnum. Nú er fokus á tey ungu við átakinum ”Árgangur 2000 roykfríur”.

Tað er hugaligt at hoyra frá teimum, sum arbeiða við børnum, at næstan eingin teirra roykir longur. Í nógvum skúlaflokkum roykir eingin, og í øðrum eru kanska einir tveir næmingar av 30, sum roykja. Hava avmarkingarnar í roykimøguleikum gjørt, at minkingin er so markant, at hetta longu byrjar at virka á ungdómin, tá hugsað verður um tey 15 ára gomlu, so er nógv vunnið, og tað er at gleðast um. Kemur fyrst ferð á, og vit varðveita hesa gongdina, ja so er einki óført. Stórar ætlanir eru við 2000-árganginum, sum skal vera roykfríur. Fólkaheilsuráðið hevur verið úti í hvørjum króki í landinum, har ráðið hevur sítt læraraumboð í næstan øllum skúlum í landinum, eisini hava umboð fyri ráðið ferðast út til skúlarnar hetta várið.

Hugsanin er, at hesi, sum nú eru 13-14 ára gomul, skulu gerast sendifólk fyri sakina. Tey skulu vera fyrmyndin hjá teimum yngru flokkunum, sum koma eftir tey, samstundis sum tey skulu halda tey, ið eru eldri enn tey sjálvi, í ábyrgd fyri somu søk. Tað vil siga venjarar, lærarar, foreldur og onnur skulu vera undir ávirkan av hesum ”mynstur árgangi”. Eingin ivi er um, at tað fer at muna at fáa allar skúlar í landinum við til tiltakið, hetta man fara at hjálpa okkum at fáa tølini fyri tey 15 ára gomlu, sum roykja, niður um 5% innanfyri stutta tíð.