26. mars 2014

Spurningar og svar um feitt

Hvat er gott og ringt feitt? Og skal eg velja margarin ella smør? Poula Patursson, kandidatur í kliniskari føðslu, sum starvast hjá Fólkaheilsuráðnum, svarar her nøkrum spurningum um feitt.

Hvat er gott og ringt feitt? Og skal eg velja margarin ella smør?

Poula Patursson, kandidatur í kliniskari føðslu, sum starvast hjá Fólkaheilsuráðnum, svarar her nøkrum spurningum um feitt.

 

Hvat er mettað feitt?

Mettað feitt er serliga at finna í kjøti frá neytum, seyði og grísi og í mjólk og mjólkaúrdráttum sum eitt nú osti, róma og smøri. Mettað feitt er hart í stovuhita og ómettað feitt er bleytt ella flótandi.

 

Hvat er ómettað feitt?

Ómettað feitt er at finna í tí, sum flýgur, svimur og grør, tað vil siga í fugli, fiski og plantuúrdráttum og oljum. Ómettað feitt kann bólkast í einkultómettað feitt og fleirómettað feitt.

 

Hvussu nógv mettað feitt eta vit dagliga?

Í hinum norðanlondunum eta tey 30-35 g av mettaðum feitti um dagin, sum svarar til 13-15% av orkutørvinum. Í Føroyum er ongin kostkanning gjørd síðani 1982. Tá ótu føroyingar umleið 48 g av mettaðum feitti um dagin. Nógv bendir á, at hetta talið er minni í dag.  

 

Er mettað feitt vandamikið?

Nýggjastu kostráðini mæla til at halda seg undir umleið 20 g av mettaðum feitti um dagin (í  mesta lagi 10% av orkuni í matinum, vit eta). Hetta er tað sama sum uml. 40 g av smøri. Etur tú meira enn tað, ið mælt verður til, økist vandin fyri hjarta-æðrasjúku, blóðtøppi og diabetes.

 

Hvussu kann eg eta minni av mettaðum feitti?

Við at drekka lætti- ella soltimjólk, eta minni av smøri og velja soltið kjøt.

 

Hvørjum skal eg steikja matin í?

Brúka olju at steikja í. Repjuolja (rapsolja) inniheldur nógv av einkultómettaðum feitti, og er tí eitt gott val.

 

Skal eg eta margarin ella smør?

Um tær dámar væl smør, kanst tú brúka tað av og á. Til dagligt kanst tú antin velja onki ella at brúka margarin við høgum innihaldið av einkultómettaðum feitt sum eitt nú Becel. Vanligt plantumargarin hevur víst seg ikki at vera betri enn smør.

 

Tú kanst lesa meira um feitt her og her.