03. oktober 2013

Størri játtan til Fólkaheilsuráðið

Fólkaheilsuráðið fegnast um, at landsstýrismaðurin í heilsumálum í uppskotinum til fíggjarlóg skjýtur upp, at játtanin til Fólkaheilsuráðið verður hækkað við 400.000 krónum komandi ár.

Fólkaheilsuráðið fegnast um, at landsstýrismaðurin í heilsumálum í uppskotinum til fíggjarlóg skjýtur upp, at játtanin til Fólkaheilsuráðið verður hækkað við 400.000 krónum komandi ár.

 

Fólkaheilsuráðið hevur á hvørjum ári gjørt vart við, at tørvurin á játtanum til fyribyrging og heilsuframa er nógv størri, enn hann hevur verið á almennum fíggjarlógunum seinastu árini. Vit kunnu tí siga, at verður hetta uppskotið til hækkaða játtan samtykt í tinginum, kemur hvør króna væl við.

 

Megin vandatættirnir í heilsufremjandi arbeiðinum eru teir somu hjá okkum sum í grannalondunum, og teir eru teir vælkendu: royking, rúsdrekka, rørsla og kostur.

 

Fólkaheilsuráðið hevur seinastu árini gjørt nógv átøk, millum bæði vaksin og ung, fyri at minka um talið av roykjarum. Vit hava eisini sæð eina spakuliga minking, men heilt óvæntað tykist talið av vaksnum roykjarum nú at kvinka uppeftir aftur - 27% siga seg roykja hvønn dag. Og hetta er alt ov høgt - ikki minst tá ið vit samanbera okkum við grannalond. Her verður tørvur á munagóðun átøkum.

 

Rúsdrekkanýtslan í miðal er hóvlig, samanborið við grannalondini, men við tað, at ein stórur partur av Føroya fólki er avhaldsfólk, so eru tað helst onnur, sum drekka nógv. Vit mugu fara undir eitt átak at minka talið av stórbrúkarum. Tá ið Sundhedsstyrelsen minkaði tilmælið um, hvussu nógv er ráðiligt at drekka, úr 21 og 14 alkoeindum um vikuna, fyri ávikavist menn og kvinnur, til 14 og 7, mælti Fólkaheilsuráðið til, at føroyingar "drekka sum minst". Hetta tí at vit ikki kenna lægsta mark fyri skaðilig árin av alkoholi, tá um krabbamein ræður.

 

Nógvir føroyingar síggjast nú renna úti, og tað fegnast vit um. Hin vegin meta vit, at eitt rættiliga stórt tal av fólki í Føroyum - bæði ung og tilkomin - eru púra likamliga óvirkin. Nýggj gransking bendir nú á, at sjálvt bara eitt sindur av likamsvirkni ger stóran mun, heldur enn at sita stillur altíð - sita við eitt skriviborð á arbeiðinum, koyra í bili og síðani sita framman fyri sjónvarpinum heima. Fólkaheilsuráðið vil eggja fólki at gerast eitt sindurlikamsaktiv heldur enn at vera heilt passiv.

 

Nýggju kostráðini frá danska Fødevarestyrelsen hóska væl í Føroyum:

 

·         et fjølbroytt

·         et minni kjøt og meira fisk

·         drekk vatn.

 

Tað er lætt at koma við hesum tilmælum til føroyingar, tí fiskin hava vit góðan og vælsmakkandi vatn. Fólkheilsuráðið vil arbeiða fyri, at hesi ráð fáa undirtøku í Føroyum.

 

Vegna Fólkaheilsuráðið

Pál Weihe, formaður