18. mai 2016

Útvikan 23. til 29. mai

23. til 29. mai ganga øll til arbeiðis! 23. mai byrjar Útivikan. Eins og undanfarin ár nýta fleiri høvið at ganga til arbeiðis. At ganga, í staðin fyri at koyra í bili, hevur nógvar fyrimunir.

Útivikan 23. til 29. mai

 

23. til 29. mai ganga øll til arbeiðis!

23. mai byrjar Útivikan. Eins og undanfarin ár nýta fleiri høvið at ganga til arbeiðis.

At ganga, í staðin fyri at koyra í bili, hevur nógvar fyrimunir. Tað vita vit. Og vit hava

tað eisini betri, tá ið vit merkja, at vit hava brúkt beinini!

Fyrsti summardagur er í Útivikuni - summarið byrjar, so tað er eitt upplagt høvi at fáa

sær nýggjar og sunnar vanar.

Øll kenna fyrimunirnar av at ganga og røra seg. Betri heilsa, betri lag og fyri

fyritøkur: glaðari starvsfólk og færri sjúkradagar. Útivikan er ein liður í at gera tað

lættari hjá fólki at velja bilin frá. Um onnur gera tað, so kunnu vit eisini. Tað, at øll

seta fokus á rørslu samstundis, ger tað lættari hjá tí einstaka at taka stigið

– og ganga.

Eins og undanfarin ár, vera øll við í hesum tiltaki: Tey, ið hava stutt til

arbeiðis, tey, ið hava langt til arbeiðis og eisini tey, ið koma av bygd,

kunnu annaðhvørt taka bussin ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum

og síðani ganga.

Um hetta tiltakið skal eydnast, mugu allar fyritøkur í Føroyum luttaka og

royna at eggja sínum starvsfólki til at seta bilin og heldur fara til gongu.

Hetta kann gerast hvør sær, men eisini hevði verið stuttligt um fyritøkan í

felag við starvsfólki skipaði fyri kappingum, útferðum ella onkrum heilt

øðrum - tit avgera púra sjálvi, hvussu tit leggja útivikuna til rættis.

Fólkaheilsuráðið vil við hesum telduposti heita á tykkum og starvsfólk tykkara um

at taka undir við hesum tiltaki. Ætlandi skal Útivikan ikki kosta tykkum nakað.

Havið tað í geyma, tá ið tit leggja ætlanir fyri Útivikuna.

Hetta er sjálvsagt eitt sjálvboðið tiltak... men best er, um øll taka lut.

Altso: 23. til 29. mai seta vit bilin og ganga til arbeiðis