06. februar 2017

VIKA SEX

6.-10. februar: Børn og ung, sum kenna síni rættindi, duga betur at seta egin mørk og at virða mørk hjá øðrum.

6.-10. februar, fara Apotekið og Gigni, saman við samstarvinum Sex krevur Samtykki (sum eru Amnesty International, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Sig frá) at varpa ljós á samtykki í mun til kyn, kropp og seksualitet

Tiltakið, VIKA SEX, verður á apotekinum í Steinatúni í Havn.

Apotekið tekur á henda hátt undir við átakinum ”Sex krevur Samtykki”. Apotekið skal ráðgeva og kunna um heilivág í trúnaði og eisini ráðgeva um lívsdygd. Við at samstarva við aðrar stovnar og samstarvsfelagar vóna og vænta vit við hesum átaki at koma nærri okkara kundum og málbólkinum í hesum átakinum.

Tá børn og ung kenna síni rættindi, duga tey betur at seta egin mørk og at skapa felagsskapir, har persónlig mørk verða vird, siga fyriskipararnir, sum halda tað vera av alstórum týdningi, at tey ungu tora at tosa um hesi viðurskifti. Eins og tað er so sera týdningarmikið, at tey vaksnu duga at møta teimum ungu har, sum tey eru.

Tiltakið verður á apotekinum í Steinatúni, og á básinum verður høvi til at fáa eitt prát við fakfólk, at fáa faldarar, luttaka í spurnakanning , síggja filmir og annars fáa ymiskt tilfar, ið er aktuelt fyri átakið ”Sex krevur Samtykki”.

Nakinmyndir og samtykki

Á básinum verður eisini varpað ljós á myndir og mørk á netinum, og møguleiki verður at tosa við umboð frá Løgregluni um, at privatar og ósømiligar myndir ella upplýsingar kunnu vera ólógligar at deila ella hava í varðveitslu bæði on- og offline. Politiið er til staðar at vegleiða um, hvat føroyska lógin sigur, og hvussu borgarin fær vart seg.

Málbólkur

Tiltakið er serliga ætlað næmingum frá 6. til 10 flokk , og tí eggja vit næmingum og lærarum at leita sær oman í Steinatún í viku 6.

Skráin fyri vikuna: Básurin er opin frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 10 til 16, og á skránni niðanfyri sæst, nær og hvørji fakfólk eru tøk at svara spurningum.

Á básunum verður møguleiki at práta við fakfólk frá kl. 12-16.

Apotekið: Ráðgeving og spurnarkanning

Gigni: Um kynslig mørk og samtykki

Føroya Politi: Um mørk á netinum og samtykki

Amnesty International: Um kropslig mørk og samtykki

Um tit vilja vita meira um tiltakið eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á: Apetekið: tlf. 341100 ella Gigni: 562330

Vinaliga,

Apotekið, Gigni, Amnesty International, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Sig frá.