30. mai 2012

Vinnararnir av teknikappingini kosnir

Vinnararnir av teknikappingini kosnir

Leygardagin skipaði Fólkaheilsuráðið fyri tiltaki á Torginum í SMS í sambandi við Altjóða tubbaksfría dagin 31. mai. Har vórðu vinnararnir av teknikappingini kosnir og landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Karsten Hansen handaði vinnarunum hvør sín gávukekk uppá 500 kr.

Evnið hesaferð var: "Sannleikin um tubbak", og boðskapurin í tekningunum skuldi vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja.

Til at døma um bestu tekningarnar vóru Vár Berghamar Jacobsen og Eli Smith.

Teir tríggir vinnararnir, sum kosnir vórðu:

Í aldursbólkinum yngri enn 7 ár: Judit Poulsen, Klaksvík

Í aldursbólkinum 8-10 ár: Petra Nielsen, Fámjin

Í aldursbólkinum 11-14 ár: Tóki Sørensen, Argir