Hesi tølini eru úr kanningini, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt.

Triði hvør hevur hugsað um at skaða seg sjálvan

Tað vísir úrslitið í feskari kanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt millum tey 17-18 ára gomlu í Føroyum.

Heili 36%  hava hugsað um at skaða seg sjálvi á einhvønn hátt. Og ein triðingur av teimum 36 prosentunum hava hugsað um tað tvær ella fleiri ferðir.

Sama svar sæst í kanningum, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur gjørt í 9. flokki í 2003, 2007 og 2011. Her sigur ein stívur triðingur, at tey hava hugsað um at skaða seg sjálvi, og sama tal sigur seg hava roynt at rýma heimanifrá í meira enn ein dag.  

 “Vit vita ikki um hendan støðan er nýggj, ella um hetta altíð hevur verið ein partur av tí trupla ungdómslívinum. Ungdómurin í dag setir stór krøv til sín sjálvs; tey vilja liva upp til tað fulkomna. Og tað er jú ómøguligt. Hesi tølini vísa, at tað er alneyðugt at arbeiða við sálarligu heilsuni hjá okkara ungdómi,” sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Somuleiðis vísa tølini fyri júst hendan aldursbólkin, at 5,2% siga seg hava roynt sjálvmorð. Hesi tølini koma í kjalarvørrinum av aðri kanning, sum vísti, at 10% av teimum ungu í 8. flokki hava sjálvmorðsroyndir. Hesa kanningina hevur Tóra Petersen, sálarfrøðingur og phd sjálv onnur, staðið fyri.

Kanningarnar hjá  Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu  í 9. flokki vístu eisini, at umleið hvør 10. segði seg at hava roynt sjálvmorð. Hetta er ikki bara eitt føroyskt fyribrigdi, men soleiðis svara ung í 9. floks kanningunum um alt Europa og í USA við.

“Tað er serliga merkisvert, at tey svara soleiðis, tá vit samstundis vita at sera fá koma í samband við heilsuverkið eftir slíka roynd. Tað er tí ógreitt, hvat tey ungu í grundini meina við, tá tey siga seg hava roynt sjálvmorð,” staðfestir Pál Weihe, sum vísir á, at bara helvtin svarar játtandi uppá spurningin um sjálvmorðsroynd. tá tey eru 17- 18 ára aldur samanborið við 14-15 ára aldur. Hetta kundi eisini týtt uppá, at tey leggja ymiskt í spurningin.



UM KANNINGINA:

Fólkaheilsuráðið hevur í vár gjørt eina landsumfatandi kanning av teimum 17-18 ára gomlu. Kanningin tekur støði í eini evropeiskari kanning, ESPAD, sum í størstan mun snýr seg um royking og alkohol- og rúsevnisnýtslu, men eisini um onnur viðurskifti, sum til dømis peninganýtslu og nøgdsemi.

Kanningin er gjørd á tann hátt, at vitjað hevur verið á øllum miðnámsskúlnum kring landið við spurnarbløðum. Síðani eru nøvnini á teimum, ið ikki ganga á miðnámi fingin til vega frá Hagstovuni, og tey hava fingið spurnarblaðið sendandi við postinum. Kanningin er 100% dulnevnd.

Tilsamans eru 510 spurnarbløð send út, 323 eru svarað. Hetta er 63%.