Tríggir nýggir átaksleiðarar

Fólkaheilsuráðið hevur sett tríggjar átaksleiðarar, sum í 2014 skulu standa á odda fyri átøkum innan royking, rúsdrekka, rørslu og kost.

Talan er um Ólav Jøkladal, sum er útbúgvin magistari, Poulu Patursson, cand. scient. í kliniskari føðslufrøði og Ingrid Bjarnastein, journalist.

Í ár ætlar Fólkaheilsuráðið m.a. við roykiátøkum at fáa talið av vaksnum roykjarum niður á 20%. Somuleiðis er málið at halda árgang 2000 roykfrían, og verður tað gjørt við ymiskum serligum tiltøkum fyri júst hendan árgang.

Á kostøkinum skal millum annað ljós varpast á fyrimunirnar við at eta fisk fleiri ferðir um vikuna. Umframt at føroyingar skulu eggjast eta meiri grønmeti og soltnar mjólkaúrdráttir.

Tá tað kemur til rørslu er ætlanin at fáa tey, ið als ikki røra seg, at røra seg eitt sindur. Talan er um bæði ung, vaksin og eldri fólk.

Tá tað kemur til rúsdrekka ætlar Fólkaheilsuráðið í ár millum annað at varpa serligt ljós á stórbrúkarar av rúsdrekka.  Á hesum økinum er Heini Mohr Hermansen, cand. merc., settur sum verkætlanarleiðari í tríggjar mánaðir.

Harafturat er ætlanin eisini at kanna rúsevnastøðuna millum 17 ára gomul.

-

Fólkaheilsuráðið er ráð undir landsstýrismanninum og hevur millum annað sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing bæði í almanna- og heilsuverkinum.