ÚTIVIKAN: 24. til 30. mei seta vit bilin og ganga

Eins og í fjør, skipar Fólkaheilsuráðið fyri einari viku í mei, har fólk fara at seta bilin og ganga - meira og títtari.


Útivikan 2009 fekk sera stóra undirtøku. Arbeiðspláss, stovnar, kommunur, miðlar, ja, stórt sæð øll tóku undir við henni og gjørdu nógv burturúr.

Útivikan byrjar mánadag 24. mei. Týsdagur 25. mei er fyrsti summardagur, so passandi kunnu vit siga, at summarið byrjar við Útivikuni.

Øll kenna fyrimunirnar av at seta bilin og at ganga og harvið røra seg. Betri heilsa, betri lag og fyri fyritøkur: glaðari starvsfólk og færri sjúkradagar. Hetta er ein liður í at gera tað lættari hjá fólki at velja bilin frá. Um onnur gera tað, so kunnu vit eisini. Tað, at øll seta fokus á rørslu samstundis, ger tað lættari hjá tí einstaka at taka stigið – og ganga.

Ætlandi skulu ØLL vera við í hesum tiltaki: Tey, ið hava stutt til arbeiðis, tey, ið hava langt til arbeiðis og eisini tey, ið koma av bygd, kunnu annaðhvørt taka bussin ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og síðani ganga.

Um hetta tiltakið skal eydnast, mugu allar fyritøkur í Føroyum luttaka og royna at eggja sínum starvsfólki til at seta bilin og heldur fara til gongu. Hetta kann gerast hvør sær, men eisini hevði verið stuttligt um fyritøkan í felag við starvsfólki skipaði fyri kappingum, útferðum ella onkrum heilt øðrum - tit avgera púra sjálvi, hvussu tit leggja útivikuna til rættis.

Fólkaheilsuráðið vil við hesum heita á øll um at taka undir við hesum tiltaki.
Ætlandi skal útivikan ikki kosta tykkum nakað. Havið tað í geyma, tá ið tit leggja ætlanir fyri útivikuna.

Hetta er sjálvsagt eitt sjálvboðið tiltak... men best er, um øll taka lut.

So 24. til 30. mei seta vit bilin og ganga!