Vel fullkorn og ver við í kappingini

Í morgin 24.oktobur er fullkornsdagur í Danmark, og Fólkaheilsuráðið vil gjarna gera dagin til føroyskan fullkornsdag. Deil tína fullkornsuppskrift við okkum á facebook.

Far inn á facebooksíðuna og deil tína uppkskrift í viðmerkingum undir kappingini. Um tað er møguligt, vilja vit gjarna síggja mynd av uppskriftini. Vit hava fingið FK at stuðla kappingini, so vinnarin fær eitt gávukort á kr 1000,- til FK, sum tú sjálvandi kanst brúka til at keypa hópin av vælsmakkandi, heilsugóðum mati.

GG! Uppskriftin skal vera tín egna. Fyri at vera við í kappingini skalt tú dáma facebooksíðuna hjá Fólkaheilsuráðnum

Vit finna vinnaran tann 30.oktobur við lutakasti millum allar viðmerkingar við uppskrift.

Facebooksíðuna hjá Fólkaheilsuráðnum finnur tú her. 

Kostráðini mæla til: Vel fullkorn

Et 75 g av fullkorni um dagin. Fullkorn er í korni og mjøli, har alt kornið er brúkt. Tað er ikki neyðugt við heilum kjarnum og kornum í breyði og bollum, bert tú brúkar fullkorn. Fullkorn hevur nógvar kosttrevjur, vitaminir og mineralir, og tað mettar longri og hevur eisini við sær, at tú etur minni. Vel fullkornsbreyð heldur enn ljóst breyð, og vel fullkornspasta heldur enn hvítt pasta. 75 g av fullkorni kann eitt nú vera 2 dl av havragrýni og ein flís av fullkornsrugbreyði um dagin.