Vel fullkorn

Fullkorn hevur nógvar kosttrevjur, vitaminir og mineralir. Fullkorn mettar longri og hevur eisini við sær, at tú etur minni. Fullkorn er í korni og mjøli, har alt kornið er brúkt, eisini skalið, har flestu vitaminir, mineralir og kosttrevjur eru. 

Et 75 gramm av fullkorni um dagin, ið til dømis kann vera 2 dl av havragrýni og ein flís av fullkornsrugbreyði. Vel fullkornsbreyð heldur enn ljóst breyð, og vel fullkornspasta heldur enn hvítt pasta. Tað er ikki neyðugt við heilum kjarnum og kornum í breyði og bollum, bert tú brúkar fullkorn.