Vel soltna mjólk og soltnan mjólkaúrdrátt

Mjólk er ein góð kelda til kálk og vitaminir, og fyri nógv fólk er mjólk og mjólkavørur ein neyðug proteinkelda. Drekk ¼ - ½ litur av mjólk og 1-2 flísar av osti um dagin. Feitt í mjólk og mjólkaúrdrátti er mettað, og tí kann ov nógv mjólk økja um vandan fyri sjúkum sum eitt nú diabetes og hjarta-æðrasjúkum. Kanningar vísa, at fólk í norðanlondum sum heild eta og drekka nógv av mjólkafeitti, tí verður mælt til at minka um feitt frá mjólk, osti, jogurt og róma. Granskingin í mati og føðslu mennist støðugt, serliga innan feitt økið, og nýggjar kanningar í 2014 benda á, at feittið í mjólk ikki er líka vandamikið sum mettað feitt í øðrum mati. Fólkaheilsuráðið fylgir við og heldur seg dagført.