Hjørdis á Dalbø Gregersen

Visjón 2015

 

Framtíðarútlitini

Stórar ætlanir eru við 2000-árganginum, sum er roykfríur og skal halda fram við at vera tað.  Fólkaheilsuráðið er úti í hvørjum króki í landinum, har ráðið hevur sítt læraraumboð í næstan øllum skúlum í landinum. Tað er hugaligt at hoyra frá teimum, sum arbeiða við børnum, at næstan eingin teirra roykir longur. Hava avmarkingarnar í roykimøguleikum gjørt, at minkingin er so markant, at hetta longu byrjar at virka á ungdómin, tá hugsað verður um tey 15 ára gomlu, so er nógv vunnið, og tað er at gleðast um. Kemur fyrst ferð á, og vit varðveita hesa gongdina, ja so er einki óført.

Hesin árgangur er longu sendifólk fyri sakina. Tey skulu vera fyrimyndin hjá teimum yngru flokkunum, sum koma eftir tey, samstundis sum tey skulu halda tey, ið eru eldri enn tey sjálvi, í ábyrgd fyri somu søk, bæði børn og vaksin.

 

Kanning juni 2013

2015 Visjónin

ESPAD kanningin, sum er fjórðahvørt ár fer í 2015 at raka júst henda 2000-árgangin. Hon sá ikki “for pen út” í 2011, har víst varð á, at av okkara 15 ára gomlu eru 18,7%, sum roykja. Tó, kanningin, vit júst nú hava gjørt, gevur okkum vón um bata innanfyri tvey ár. Um vit fáa hildið 2000-árganginum til, so eru vit komin niðurum 5%, har Ísland liggur, sum eitt av teim bestu londunum á okkara leiðum. Tað verður spennandi at síggja ESPAD kanningina í 2015. Verður tað her, at Visjón 2015 fer at røkka sínum máli, hvør veit.

ESPAD - European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs – verður gjørd av Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. 35 lond í Evropa eru við í hesum kanningar-samstarvinum.

 

Vinnarin varð funnin í Fuglafirði

Útvið 500 næmingar í 7. flokki hava verið við í kappingini um ein ipod, og tað var Hjørdis á Dalbø Gregersen sum var hepni vinnarin. Vit vóru í beint fyri jól í Skúlanum í Fuglafirði, hetta var júst eftir, at tey vóru komin aftur frá jólagudstænastuni, at allir næmingarnir í 7. flokki fingu hvør sína t-shirt við áskriftini "Árgangur 2000 - roykfríur". Eisini var 2. og 3. virðisløn latin tveimum næmingum, hetta var ein bók við ævintýrum.

Næmingarnir í 7. flokki kring landið hava verið við i eini kanning viðvíkjandi royking, úrslitini sum verða á heimasíðuni næstu dagarnar benda á, at einki verður roykt í hesum aldurbólki. Tað var í Visjón 2015, at Landsstýrismaðurin setti sær hetta mál, at allur 2000-árgangurin skal vera roykfríur. Hetta er eitt av økjunum, vit hava arbeitt við í ár og fara at halda fram komandi vár.

roykikanning_frágreiðing.pdf   Kanningin um roykivanar hjá 7. floksnæmingum, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í juni í ár.