Roykir tú dagliga?

Ein markant minking millum tey ungu (15-24 ár).

Bólkurin 50-59 ár hevur tað størstu økingina í tubbaksnýtsluni.


Tólvta árið á rað hevur Fólkaheilsuráðið biðið Gallup spyrja tilvildarliga vald fólk um sínar vanar við atliti at royking, rørslu og kosti. Tilsamans 549 fólk 15 ár og eldri hava ónavngivin svarað.

Í 2013 er roykingin fyri tey vaksnu, ið roykja hvønn dag farin frá 25 prosentum í fjør upp í 27%. Hetta er ein vøkstur, sum kom eitt sindur óvæntað á okkum, tá nógv átøk hava verið gjørd, fyri at minka um roykingina. Vit eru sostatt á sama stigi aftur sum í 2005. Tað sæst ikki serligur munur á tølunum fyri kvinnur og menn.

Í 2007 vístu kanningar, at royking hevði verið í stórari minking, har vit frá 2002 til 2007 høvdu eina minking uppá 13%, frá 37 prosentum niður í 24 prosent, eftir hetta kom steðgur í við teirri positivu gongdini. Síðani 2007 til dagin í dag, hava sveiggini verið millum 24% og 29%.

Hyggja vit at broytingini frá 2012 til 2013, so vísir tað seg, at bólkurin frá 50-59 ár hevur tað størstu økingina við heilum 7%, har flestir roykjarar eru við 34 prosentum, í fjør vóru tað 27%, sum royktu hvønn dag í hesum aldursbólki.

Hyggja vit uppá aldursbólkarnar, eru tað 14% av teimum heilt ungu ímillum 15 og 24 ár, ið roykja hvønn dag. Millum hesi sæst ein minking síðani 2012, tá 21% av teimum heilt ungu royktu. Hetta má sigast at vera ein markant minking við 7 prosentum. Tað verður eisini nógv gjørt, fyri at náa ungdómin. Nevnast kunnu “Ársins roykfríi Skúli” og “2000-árgangurin roykfríur”. Hetta eru átøk, sum eru í gongd í løtuni.