20. oktober 2007

Norðurlendsk føðslutilmæli

Felags Norðurlendsku føðslutilmælini (nevnd NNA) eru endurskoðað, og fyri fyrstu ferð er tað at vera kropsliga virkin tikið við sum sjúkufyribyrging, á hædd við kostviðurskifti annars.

Felags Norðurlendsku føðslutilmælini (nevnd NNA) eru endurskoðað, og fyri fyrstu ferð er tað at vera kropsliga virkin tikið við sum sjúkufyribyrging, á hædd við kostviðurskifti annars.


Hjá vaksnum verður, umframt vanliga virksemið, mælt til at verða kropsliga virkin á miðal ella hægri støði, í minsta lagið 30 minuttir um dagin. At vera virkin í minst 1 tíma um dagin byrgir fyri yvirvekt.

Hjá børnum og ungum verður mælt til at verða kropsliga virkin í minsta lagi í 60 minuttir um dagin, og helst á ymiskan hátt.

Stórur dentur verður lagdur á samansetingina av orkugevandi føðsluevnunum í kostinum. Tað vil siga feitti, kolevni og eggjahvítaevni.

Tað er framvegis sera týdningarmikið at avmarka nýtsluna av mettaðum feittsýrum og transfeittsýrum til u.l. 10% av samlaðu orkunýtsluni, og at avmarka samlaðu nýtsluna av feitti til 30% av samlaðu orkunýtsluni (E%).
Samstundis verður mælt til, at nýtslan av kolevni og kosttrevjum verður økt, meðan nýtslan av sukri verður avmarkað til hægst 10% av samlaðu orkunýtsluni.

Tilmælini umfata eisini virðið av vitamin og mineralnýtsluni. Í tilráðingini verður eisini mælt til at økja nýtsluna av C-vitaminum hjá vaksnum, og D-vitaminum hjá bæði børnum og vaksnum.


Í roynd og veru merkja føðslutilmælini, at vit skulu eta meira grønmeti, meira frukt, breyð og aðrar kornvørur, serliga fullkornsvørur. Samstundis skulu vit eta minni av sukur- og orkuríkum matvørum.

Avmarkingarnar av mettaðum feitti og transfeitti merkja, at vit eiga at velja bleytt ella flótandi plantufeitt framum smør og hart margarin. Vit eiga eisini at velja soltnar mjølkar- og kjøtvørur og eta meira fisk.

Samanumtikið geva tilmælini góðar fortreytir fyri at minka um vandan fyri teimum vanligastu vælferðarsjúkunum í Norðurlondum. Her er talan um hjartaæðrasjúkur, ovurfiti, sukursjúku, ávís sløg av krabbameini og beinbroyskni.
Føðsluráðgevar, økonomur, kostráðgevar í heilsuverkinum o.o. brúka føðslutilmælini at leggja kost til rættis eftir. Harumframt hava tey ein týdningarmiklan leiklut í føðslu- og matvørupolitikki í Norðurlondum.

Føðslutilmælini eru grundað á nýggja gransking og vísind, og eru úrslit av áralongum samstarvi í Norðurlendska Ráðharraráðum.