09. desember 2008

Tilmæli um grind

Av hesi orsøk gjørdu heilsumyndugleikarnir av at mæla fólki til bert at eta grind og spik eina ferð um vikuna og til ikki at eta livur og nýru yvirhøvur.

Føroyingar hava dripið grind í øldir, og grindin hevur á mangan hátt fylgt føroyingum bæði sum matur og mentanartáttur.

Mangar eru frásagnirnar um tann týdning, ið grindin hevur havt fyri okkum her á landi. Vóru ár har eingin grind doyði, sást tað aftur í húsarhaldinum, og stór var frøin, tá ið henda Guds gávan av havinum kom aftur. Ongin ivi man vera um, at hesin á mangan hátt føðslugóði matur hevur stimbrað heilsuna og hildið hungur frá mongum durum.

So seint sum í sjeytiárunum stóð á seðlunum, ið skúlalæknin sendi heim til foreldrini, at tey áttu at geva børnunum spik at eta á morgni.

Men í 1977 vóru grindatvøst og -spik, -livur og –nýru kannað á fyrsta sinni. Hesar kanningar vóru gjørdar til tess at vita, um kyksilvurinnihaldið í grindahvali mundi vera høgt, av tí at hesin hvalur livir ovarlaga í føðiketuni í havinum, og av tí at kanningar vístu, at kyksilvurnøgdin økist í havdjórum upp gjøgnum føðiketuna, har ið tannhvalur er eitt tað djórið, sum liggur hægst í hesi ketu. Og úrslitið av hesum kanningum skelkaði. Kanningarnar vístu, at kyksilvurinnihaldið í sjálvum tvøstinum var høgt, og tað var uppaftur umleið 100 ferðir hægri í livur og nýra enn ítvøstinum.

Av hesi orsøk gjørdu heilsumyndugleikarnir av at mæla fólki til bert at eta grind og spik eina ferð um vikuna og til ikki at eta livur og nýru yvirhøvur.