30. mai 2007

Innflutningurin av tubbakki minkaður 1994 - 2006

Á heimasíðu síni skrivar Hagstova Føroya: "At innflutningurin av tubbakki er minkaður seinastu fýra árini, er eingin ivi um. Men akkurát hvussu nógv hann er minkaður, kann vera ilt at siga, tí úrslitini eru ymisk, alt eftir hvat tað er, ið mátað verður.

Á heimasíðu síni skrivar Hagstova Føroya: "At innflutningurin av tubbakki er minkaður seinastu fýra árini, er eingin ivi um. Men akkurát hvussu nógv hann er minkaður, kann vera ilt at siga, tí úrslitini eru ymisk, alt eftir hvat tað er, ið mátað verður.


Máta vit eftir vektini av tubbakki, sum innflutt er frá 2003 til 2006, er minkingin samanlagt góð 10 tons, ella 11 prosent. Máta vit hinvegin tal av tubbaksvørum (tal av sigarettum o.ø.), so er minkingin um 25 prosent. Av tí at hesi bæði úrslitini eru so ymisk, ber bara til at gera eina meting um, at innflutningurin er minkaður millum 15 og 20 prosent.

Mátið er tíverri ikki nóg sikkurt, men sigur kortini so mikið, at innflutningurin kann sigast at vera minkaður í stórum seinastu trý ella fýra árini.




Í 2003 eru skrásett at vera innflutt 93,3 tons av tubbaksvørum fyri 18 miljónir krónur. Í 2006 eru skrásett at vera innflutt 82,6 tons fyri slakar 17 miljónir krónur. Umroknað til stykkjatal eru tølini ávikavist 86 miljónir og 67 miljónir hesi bæði nevndu árini.

Tubbaksroykingin er helst ikki minkað eins nógv og innflutningurin. Stóri vøxturin í innflutninginum av tubbaksvørum í 2003 koma helst av, at tá vóru fráboðaðar avgaldshækkingar - sum kortini ikki vórðu settar í verk. Men hetta var, eftir øllum at døma, nóg mikið til at handlarnir keyptu ríkiliga inn undir seg.

Í 2004 varð aftur uppsigling til avgjaldshækkingar, og stóri innflutningurin helt áfram. Hesar avgjaldshækkingarnar vóru so settar í verk 1. januar 2005.

At tað er so lítið innflutt av tubbaksvørum í 2006, stendst helst av tí stóra innflutninginum tvey tey undanfarnu árini."