26. apríl 2018

ABC RUDDINGARDAGUR Í VÁGI

Árligi ruddingardagurin í Vági, sum verður leygardagin 28. apríl, verður í ár skipaður sum eitt ABC - tiltak, har borgarar í Vágs kommunu eru virkin saman, bæði likamliga og sosialt, og eru hugbundin um uppgávuna (at rudda) - og eru hetta nettupp kjarnuhugtøkini í ABC fyri sálarliga heilsu.

Vágs kommuna gjørdist í fjør partur av ABC fyri sálarliga heilsu, eitt samstarv sum Fólkaheilsuráðið hevur sett á stovn millum stovnar, fyritøkur, kommunur og onnur í Føroyum.

Vágs kommuna skrivar á heimasíðuni, at árligi ruddingardagurin í Vági, sum verður leygardagin 28. apríl verður í ár skipaður sum eitt ABC - tiltak, har borgarar í Vágs kommunu eru virkin saman, bæði likamliga og sosialt, og eru hugbundin um uppgávuna (at rudda) - og eru hetta nettupp kjarnuhugtøkini í ABC fyri sálarliga heilsu.

Vit fegnast um, at Vágs kommuna brúkar boðskapin í ABC fyri sálarliga heilsu til at gera árliga ruddingardagin til eitt ABC tiltak. Við at leggja dent á at vera virkin, saman og hugbundin í onkrum, ið gevur meingin fyri okkum, ber til at gera eitt verandi átak sum ruddingardagin í Vági, til eitt átak ið bæði fremur umhvørvið og sálarligu heilsuna hjá borgarunum.

Ruddingardagurin 28. apríl og plantupakkar
Vágs kommununa skrivar, at leygardagin 28. apríl 2018 verður árliga grøna átakið í Vágs kommunu við ruddingardegi, har borgarar eisini fáa plantupakkar. 

Dagurin byrjar við morgunmati í Miðlatúni, sum verður frá kl. 9.00 til kl. 10.00. So verður farið at rudda. Í Miðlatúni eru ruskposar, sum fólk kunnu taka við sær, tá farið verður at rudda.

Ruddingin verður skipað kring allan býin og lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi.

Ruddingardagin verður tikið upp tað, sum liggur runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvið hjá fólki at tøma kjallarar, hjallar og annað.

Ruddað verður fram til middags, tá suppa verður bjóðað í Miðlatúni.
Plantupakkar verða eisini latnir tá fólk koma aftur í Miðlatún at fáa sær suppu. Í plantupakkunum eru runnar og trø.

Vágs kommuna bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin at taka eina hond í at fríðka, nú summarið nærkast.

Fólkaheilsuráðið ynskir borgarunum í Vágs kommunu ein góðan og hugnaligan ABC ruddingardag.