22. februar 2018

ABC við á SSP døgunum hjá 7. flokkunum í Tórshavnar kommunu

Lærarar og einir 350 næmingar úr øllum skúlum í kommununi vóru savnaðir til fyrilestur um ABC fyri sálarliga heilsu í bæði í Skúlanum við Løgmannabreyt og Skúlanum á Argjahamri.

Í døgunum 21. - 23. februar skipar SSP fyri áhugaverdum SSP døgum fyri øllum næmingum úr 7. flokkunum í Tórshavnar Kommunu. Í ár er evnið “Ung og Lívið”, og her verður høvuðsdentur lagdur á “sálarligan trivnað”, sum vit í Fólkaheilsuráðnum nevna sálarliga heilsu.

Í hesum sambandi varð heitt á Fólkaheilsuráðið um at hava fyrilestur um sálarliga heilsu við Moniku Mohr. Lærarar og einir 350 næmingar úr kommununi vóru savnaðir til fyrilestur um ABC fyri sálarliga heilsu í bæði Skúlanum við Løgmannabreyt og Skúlanum á Argjahamri. Næmingarnir tóktust áhugaðir og hugbundnir og vóru ómetaliga fittir.

Eftir fyrilesturin arbeiða næmingarnir við evninum “sálarligur trivnaður” á ymiskan hátt í flokkinum saman við lærarunum. Átakið endar við, at allir næmingarnir í Tórshavnar Kommunu seinasta dagin verða savnaðir til eitt tiltak við alskyns spennandi virksemi og fáa høvi at møta øðrum javnaldrum, har ABC helst av álvara kemur í hásæti.

Vit fegnast um at fáa møguleika at breiða boðskapin út til tey ungu, um hvussu tey kunnu trívast betur og gerast tilvitað um, hvat sálarlig heilsa er.