09. februar 2018

800 næmingar til Vika sex

Eini 800 miðnám- og yrkisskúlanæmingar hava verið til tiltøkini "Mynd krevur samtykki", ið hevur verið kring landið.

Vika sex er nú farin aftur um bak og Fólkaheilsuráðið hevur, saman við hinum samstarvsfeløgunum, ferðast kring landið við boðskapinum “Mynd krevur samtykki”. Eini 800 miðnám- og yrkisnámsskúlanæmingar hava verið til tiltøkini. 

Vit fegnast um at fáa møguleika at heilsa uppá so nógv ung, og at kunna tey um eitt so viðkomandi evni. Takk fyri hesaferð!

Fyriskipararnir handan tiltakið eru: Fólkaheilsuráðið, Apoteksverkið, Amnesty International, Føroya Politi, Gigni og Sig Frá.