20. mai 2017

Etið saman í Klaksvík

Í dag varð boðið til átuliga tiltakið “Etið saman” í Gamla Seglhúsinum. Hetta er tiltak, sum Fólkaheilsuráðið saman við Klaksvíkar kommunu skipa fyri, meðan Húsarhaldsskúli Føroya við Jóhannu á Tjaldrafløtti og Joan M. Sivertsen, borðreiddu við spennandi, ørðvisi og leskiligum mati.

Væl av fólki møtti við passaligum skifti – tey duttu inn á gólvið so við. Hetta hugnaliga staðið, Gamla Seglhúsinum eru góðir karmar um slíkt tiltak, har endamálið er at eta saman, vera saman, hugna sær saman og at práta, lukta, smakka, tyggja og njóta matin saman.

Og her var nógv spennandi at njóta, smakka og snakka saman um. Jóhannu á Tjaldrafløtti og Joan M. Sivertsen eru sera dunaligir matsnillingar. Tær høvdu gjørt marineraðan tosk á brotflísum saman við heimagjørdari maionaisu, makrelrullur við grønmeti og súrróma, grønertrasúpan, og so kundi tú fáa tær rabarbubland við nøtubland og súrgaði mjólk.

Eitt frálíkt matartyssi í frálíkum verði á einum frálíkum staði, har tað tilsamans møttu millum 60-70 fólk, metir Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya.