10. oktober 2016

Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík Ársins roykfríi skúli 2016

72 flokkar kappaðust um heiðurin at gerast ársins roykfríi skúli.

72 flokkar kappaðust um heiðurin at gerast ársins roykfríi skúli.

Ársins roykfríi skúli er á Skúlatrøð í Klaksvík, og tað er 5. a í samanlagdi skúlanum í á Skúlatrøð, sum vann kappingina.

72 flokkar tólku lut í kappingini, harav 52 av teimum luku treytirnar at vera roykfríur skúli. Vinningurin var ein konsert við Danny & the Veetos.

Talan gjørdist eisini um nýtt met í luttakarum. Gamla metið var frá 2013, tá 55 flokkar luttóku, og 49 flokkar kláraðu at vera roykfríir.