14. september 2015

Fólkaheilsukanning

Fólkaheilsuráðið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu senda nú um dagarnar út spurnablað til 4.605 tilvildarliga valdar føroyingar, sum eru 18 ár og eldri.

Fólkaheilsuráðið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu senda nú um dagarnar út spurnablað til 4.605 tilvildarliga valdar føroyingar, sum eru 18 ár og eldri. Spurnablaðið er um heilsuviðurskifti, livivanar og um viðurskifti av týdningi fyri heilsuna hjá føroyingum.

Ørindi okkara er at lýsa heilsustøðuna í Føroyum, sum hon er nú. Seinast, vit gjørdu slíka kanning, var í 2006/2007. Fyri at kunna samanbera við onnur lond hava vit valt at brúka eitt spurnablað, sum bleiv brúkt í landsumfatandi kanning í Danmark í 2013 við heitinum "Hvussu hevur tú tað?" Tó eru nakrir spurningar tillagaðir, soleiðis teir hóska til føroysk viðurskifti, eitt nú matvanar. Hesir saman við øðrum spurningum, eru lagdir afturat kanningini.

Fyri at fáa eina neyva mynd av heilsustøðu føroyinga og fyri at kunna gera haldgóðar niðurstøður er umráðandi, at minst tveir triðingar svara spurnablaðnum. Kanningin er heilt navnloynd, og tað merkir, at navnið á borgaranum, sum svarar, ikki framgongur í svarinum.

Kristina Thomassen, bachelor í fólkaheilsufrøði, Ólavur Jøkladal, cand. mag., og undirritaði gera kanningina fyri Fólkaheilsuráðið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. 

Eftir ætlan fara vit at almannakunngera úrslitini seinni í ár. Tað verður gjørt í fjølmiðlunum, men eisini verður møguligt at síggja heildarúrslitini á heimasíðunum www.folkaheilsa.fo og www.health.fo. Tað fer ikki at bera til at síggja svarini hjá einstaklingum og harvið gita seg fram til, hvør hevur svarað.

Vinarliga

Pál Weihe

formaður & yvirlækni

Fólkaheilsuráðið

&

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu