20. mars 2014

Mettað ella ómettað feitt?

Í vikuni hevur verið frammi, at mettað feitt sambært British Heart Foundation er líka sunt sum ómettað feitt. Men hyggur ein nærri at kanningini og niðurstøðuni hjá prof. John Danesh, er hetta ikki heilt tað, tey koma fram til.

Í vikuni hevur verið frammi, at mettað feitt sambært British Heart Foundation er líka sunt sum ómettað feitt. Men hyggur ein nærri at kanningini og niðurstøðuni hjá prof. John Danesh, er hetta ikki heilt tað, tey koma fram til.

Tær kanningar, ið víst verður til, hava gjørt eina meting av, um vandin fyri hjarta- og æðrasjúku kann minkast við at skerja mettaða feittið til fyrimuns fyri antin stívilsi, ómettaðum feitti sum heild ella  soltnum mati.

Niðurstøðan er, at vandin fyri hjarta- og æðrasjúku gerst ikki minni við at gera hesar broytingar í matinum. Heldur skalt tú eta sokallaðan "miðalhavsmat", sum inniheldur meiri einkultómettað og omega-3 feitt enn mettað feitt.

Bæði Fólkaheilsuráðið og British Heart Foundation eru á einum máli um, at neyðugt er við fleiri kanningum, áðrenn mælast kann til at eta meiri mettað feitt. Haraftrat eru vit samd við British Heart Foundation um, at tað er neyðugt at varpa ljós á annað enn bert feitt, um ein vil liva sunt. Tað týdningarmesta er at eta fjølbroytt og tískil fáa bæði mettað, einkultómettað og fleirómettað feitt.

Samanumtikið eru ongir fyrimunir av at bert skera niður uppá mettað feitt og í staðin ókritiskt eta ómettað feitt, tí nøkur sløg av ómettaðum feitti (omega-6) ikki eru sunn at fáa ov nógv av.  Tað er tó stórur munur á at siga, at omega-6 ikki er sunnari enn mettað feitt, og at tvíhalda um, at mettað feitt, er sunt - harundir garnatálg.

Fólkaheilsuráðið mælir til, at tú etur garnatálg sum eitt slag av eyka kryddi, sum tú við góðari samvitsku kanst eta av og á. Men tað besta fyri heilsuna er at eta meira av omega-3 feitti frá fiski og av einkultómettaðum feitti frá eitt nú nøtum, oliven, avokado og rapsolju.

 

Norðurlendskar leiðreglur um kost og føðslu

Síðani 1980 hava serfrøðingar frá øllum norðurlondum samstarvað um at gera felags leiðreglur innan kost og føðslu, sum verða savnaðar í sokallaðu Nordic Nutrition Recommendations (NNR). Endamálið við NNR er at vegleiða um ein heilsufremjandi livihátt, ið kann fyribyrgja fólkasjúkum. NNR eru grundarlagið undir almennu kostráðunum, ið verða gjørd bæði í Noregi, Svøríki, Danmark og Íslandi. Tilmælini eru grundað á vísindaliga gransking, og hesi verða dagførd umleið fjórða hvørt ár. Um nóg góð vísindalig prógv eru fyri tí, verða leiðreglurnar broyttar. Meiri enn hundrað serfrøðingar eru við í arbeiðinum, undir leiðslu av einum arbeiðsbólki undir Nordisk Ministerråd. Fimta útgáva av NNR er júst givin út og kann takast niður sum pdf her.  

NNR verður mett at vera fremsta arbeiðsamboð hjá fakfólki, ið arbeiða innan kost, heilsu og føðsluøkið. Í sambandi við nýggjastu NNR hava størri partar av leiðreglunum verið til hoyringar alment soleiðis, at øll atlit eru tikin við í endaligu útgávuna.

Millum annað hevur nógv orðaskifti verið um feittgóðsku í Danmark í fjør, har kjakast varð um tilmælini um mettað og ómettað feitt. Í nýggjastu NNR verður ikki mælt til at minka líka nógv um feittið sum fyrr. Sum heild fáa fólk í norðurlondum heldur nógv av mettaðum feitti, og tí verður mælt til at minka um mettað feitt. Samstundis er meiri dentur lagdur á, at tað hevur týdning, hvat slag av ómettaðum feitti, fólk velja. Les meira um sunt feitt her.   

 

Tú finnur nýggjastu kostráðini í hinum norðurlondunum her:

Noreg 2014

Svøríki 2013

Ísland 2013

 

Hvaðani koma feittsløgini? 
Keldur til mettað feitt:
Smør, rómi, feitt kjøt frá fýrbeintum djórum, garnatálg, kokosfeitt, palmekjarnuolja, ljós sjokoláta.

Keldur til einkultómettað feitt:
Olivenolja, rapsolja, heslinøt, toskalivur, mandlur, jarðnøtir, oliven, kjøt av fugli.

Keldur til omega-3 (fleirómettað feitt):
Fiskalivur, fiskaolja, feitur fiskur (t.d. laksur og makrelur), hørfræolja, valnøtuolja

Keldur til omega-6 (fleirómettað feitt):
Plantumargarin, víndrúvukjarnuolja, sólblómukjarnuolja, meisolja, sesamolja, sólblómufræ. 

 

Dagført: 24-03-14