15. september 2020

Samskipari

Hevur tú útbúgving innan heilsufremjan og heilsustrategi og brennur tú fyri, at fylgja við vísindarligari gransking um fólkaheilsu og megnar at miðla hesa kunning til borgaran, so er tað tær vit leita eftir.

Fólkaheilsuráðið er eitt ráð við sjey limum, sum landsstyrismaðurin í heilsumálum tilnevnir. Ein limur umboðar undirvisingarverkið, ein limur umboðar almannaverkið, tríggir limir eru heilsustarvsfólk, og ein limur umboðar løgregluna. Landsstyrismaðurin velur sjeynda limin, sum eisini skal hava serligt innlit í almanna-   og   heilsuviðurskifti.

Fólkaheilsuráðið søkir eftir samskipara at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd.

Kravt verður:

  • Kandidatsprógv innan fakøkini heilsufremjan/strategi ella fólkaheilsu
  • Royndir innan verkætlannararbeiði heilsuøkinum
  • Royndir innan miðlan av heilsuboðskapum
  • Royndir innan ráðgeving og vegleiðing innan heilsustrategiska øki
  • Hollan kunnleika til ABC-konseptið, arbeiðsroyndir við hesum og altjóða samstarvsroyndir í ABC-felgsskapinum
  • Sterkar skrivligar og munnligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Góð evni til greining og kvalitativa gransking
  • Innlit í arbeiði við fólkaheilsu
  • Royndir innan sjálvboðið arbeiði
  • Jaligan hugburð til broytingar og umskifti
  • Góð samstarvs- og samskipanarevni

Vit bjóða:

Eitt fjølbroytt starv, sum tú verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi.

Lønar – og setanartreytir:

Starvið er tíðaravmarkað til 4 ár.

Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráði og Akademikarafelag Føroya.

Setanarøkið fevnir um Heilsu- og Innlendismálaráðið og stovnar undir tí.

Starvið er fulla tíð frá 01/11-20

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Mohr á tel. 292270.

Umsókn:

Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til:

Fólkaheilsuráðið
J.C. Svabosgøta 43
100 Tórshavn
ella til: t-post: fhr@folkaheilsa.fo

Umsóknarfreistin er 1. oktober 2020

Fá meiri at vita um ráðið á: www.folkaheilsa.fo