Virkin januar er eitt nýtt átak, sum hevur ein álmanakka fyri januar. Hvønn dag í mánaðinum vísir álmanakkin á, hvussu ber til at vera virkin uppá ymiskar mátar, ið hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna. At vera virkin snýr seg bæði um at vera virkin kropsliga, sosialt, sálarliga og andaliga og tí eggja vit til, at vera virkin uppá nógvar ymiskar mátar. Til ber at fylgja uppskotinum hvønn dag ella at fáa íblástur til annað virksemi, ið gevur størri meining fyri tann einstaka. Ein álmanakki er til børn/ung og ein er til ung/vaksin. Tú kanst heinta niðanfyri