Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo
Sálarlig heilsa
Ver virkin við okkum í januar!
29.des 2022

Ver virkin við okkum í januar!

Fyri triðju ferð almannakunnger Fólkaheilsuráðið “Virkin januar” álmanakkan, sum er ein álmanakki við 31 uppskotum til, hvussu tú kanst styrkja sálarligu heilsuna í januar.
Styrk sálarligu heilsuna – eisini á jólum. Tú kanst gera mun!
16.des 2022

Styrk sálarligu heilsuna – eisini á jólum. Tú kanst gera mun!

Jólini nærkast í hvørjum og desember mánaði kann hava nógv ymiskt at bjóða. Hendan tíðin kann verða bæði hugnalig og møðandi. Fyri summi er tíðin merkt av gleði, hugna og nærveru, og fyri onnur er hon kanska í størri mun merkt av einsemi, strongd, angist og sorg.  
Góð sálarlig heilsa kann setast í samband týðuligan lægri miss í framleiðslu
10.nov 2022

Góð sálarlig heilsa kann setast í samband týðuligan lægri miss í framleiðslu

Ein nýggj kanning vísir – tann fyrsta av sínum slag í Danmark og ein av teimum fáu í altjóða høpi – at tað er samanhangur millum góða sálarliga heilsu og stórar sparingar fyri samfelagið í mun til lægri framleiðslumiss”
Nýggj grein um arbeiði við ABC fyri sálarliga heilsu kring heimin
30.okt 2022

Nýggj grein um arbeiði við ABC fyri sálarliga heilsu kring heimin

- Einføld amboð kunnu menna sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá einari heilari tjóð
Føroyingar, ið brúka boðskapirnar í ABC fyri sálarliga heilsu, hava tað betri
05.okt 2022

Føroyingar, ið brúka boðskapirnar í ABC fyri sálarliga heilsu, hava tað betri

Samanum kann sigast, at tey, ið eru meira virkin í ABC fyri sálarliga heilsu meta seg hava eina betri heilsustøðu og eitt betri lívsvirði. Tað eru eisini tey, ið meta sína sálarligu heilsustøðu at vera betri, eru í minni mun strongd og kenna seg í minni mun einsamøll samanborið við tey, ið eru minni...
ABC vikan í ár hevur hópin av ókeypis tiltøkum
29.sep 2022

ABC vikan í ár hevur hópin av ókeypis tiltøkum

Seinastu árini hevur tað verið fastur siður, at Fólkaheilsuráðið skipar fyri eini ABC viku í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober. Í ár er ABC vikan 3.-9. oktober. Endamálið við ABC vikuni er at skapa tilvit og varpa ljós á sálarliga heilsu við upplýsandi tilfari og tiltøkum, sum samsta...
Faldarar og plakatir