Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

Sex og samtykki

Endamálið við átakinum er at varpa ljós á, at sex uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.
Týdningarmikið er at fáa ung at vera tilvitað um at seta egin mørk og um at virða mørkini hjá øðrum.
Samstundis mugu foreldur og onnur vaksin tora at taka hetta prátið við tey ungu, soleiðis at vit øll tora at tosa um sex og samtykki.
Átakið er skipað soleiðis, at stórar plakatir verða hongdar upp kring landið. Tær verða at síggja við ítróttarøki, við buss steðgistøð og onnur støð, har nógv fólk koma.
Á Facebook síðuni Samtykki og øðrum talgildum miðlum verða stuttir lýsingarfilmar at síggja, har ungfólk siga frá.

Consent is everything

Átakið hjá Fólkaheilsuráðnum hevur sín uppruna í enska av sama slag: Consent is everything

Tea Consent

Vilt tú hava te?

Hon var ov full - so eg segði nei!

Knappliga hevði hon ikki hug - so eg gavst!