Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

Samstarvsfelagar

Við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu vilja vit fremja sálarligu heilsuna hjá føroyingum. Ein týdningarmikil liður í hesum arbeiði snýr seg um at skapa góðar karmar fyri sálarliga heilsufremjandi virksemi, og at skapa góðar møguleikar fyri at gerast partur av sosialum felagsskapi í nærumhvørvinum.

26 samstarvsfelagar

Vit samstarva við ymisk feløg, stovnar og kommunur, tí í felag eru vit við til skapa betri karmar og møguleika fyri at føroyingar kunnu styrkja sálarligu heilsuna. Fólkaheilsuráðið hevur ábyrgdina fyri at leiða og samskipa verkætlanina, og samstarvsfelagarnir arbeiða við verkætlanini út frá egnum tørvi og málum, og eru við til at menna og seta sín dám á verkætlanina í Føroyum. Soleiðis verður ABC fyri sálarliga heilsu ment og tillagað í nærumhvørvinum, har arbeitt verður við verkætlanini í praksis. 

Í desember 2021 eru 26 samstarvsfelagar partur av ABC fyri sálarliga heilsu:  

Klaksvíkar kommuna, Sunda kommuna, Tórshavnar kommuna, Vágs kommuna, Tvøroyrar kommuna, Hvalbiar kommuna, Sands kommuna, Vága kommuna, Eiðis kommuna, Ítróttarsamband Føroya, Reyði Krossur Føroya, Blái Krossur Føroya, Sinnisbati, Lívdin, Gigni, Almannaverkið, SSP, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelagið, Javni, Psykiatriski depilin, Brúgvin, Fótbóltssamband Føroya, Hagafelagið, Frælsi og Kommunufelagið.

Ynskja tit at gerast partur av ABC fyri sálarliga heilsu?

Fleiri leggjast afturat ABC toyminum so hvørt. Ynskir títt felag, stovnur ella kommuna at gerast partur av ABC fyri sálarliga heilsu, so kunnu tit venda tykkum til okkum her og hoyra nærri:

Teldupost: Monika@folkaheilsa.fo

Telefon: 515157